Støddin er í lagi sigur Trump

Kjakið millum republikansku forsetavalevnini í gjár var á barnagarðsstøði, siga eygleiðarar.

Lítli Marco og lygnarin Ted, Trump við teimum lítlu hondunum og so John Kasich, sum eingin trýr upp á longur. Fýra av teimum fimm valevnunum hjá republikanska flokkinum vóru í kjakið hjá Fox í gjárkvøldið, men ilt er at siga, at nakar vann kjakið í Detroit í nátt.

 

Kjakið var í høvuðsheitum eitt stríð millum Marco Rubio og Ted Cruz á aðrari síðuni og Donald Trump á hinari. John Kasich slapp ongantíð av álvara upp í part.

 

Donald Trump legði líka sum støðið, tá hann í eini viðmerking um sínar smáu hendur segði, at at hvørki hendurnar ella annað á likaminum, var smátt.

 

Donald Trump var aftur í gjárkvøldið fyri atfinningum um, at hann skiftir meining og er óstøðugur politiskt. Kjakleiðarin, Megyn Kelly, vísti á, at Trump í kjakinum í gjárkvøldið mótsegði kunningini á síni egnu heimasíðu, tá hann segði, at fleiri fólk við hægri útbúgving og evnum skuldu fáa visum í USA.

- Eg broyti meg. Megyn, eg havi eina sterka kjarnu. Men eg havi ikki møtt einum einasta framburðarríkum persóni, sum ikki hevur evnini at tillaga seg, svaraði Donald Trump.

 

Hann gjørdi tó greitt, at hann fór ikki at vika, tá talan er um múrin, hann skal byggja á markinum til Mexico, ella tá tað kemur til píning av fangum. 

 

Marco Rubio og Ted Cruz hildu á við álopum sínum móti Donald Trump, sum hevði ilt við at svara fyri seg, uttan at kalla mótstøðumenninar fyri lítla Marco og lygnarar Cruz. Ivasamt er, um álopini frá hinum hava nakra ávirkan. Tí tá kjakið er av, er tað enn einaferð Donald Trump, ið fer avstað við yvirskriftunum.

 

Í morgin er undanval í fýra statum og 155 umboðsmenn er til taks.