Støjberg fer ikki at stjóra Danska Fólkaflokki

Nú er greitt, at tey í Danska Fólkaflokkinum ikki fáa Inger Støjberg, fyrrverandi ráðfrú og fólkatingslim fyri Vinstra, sum nýggja floksformann.

 

Inger Støjberg verður ikki valevni at gerast forkvinna, tá Danski Fólkaflokkur skal velja nýggjan formann. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir floksskrivarin hjá Danska Fólkaflokki, Steen Thomsen í dag.

 

Tí í dag var freistin fyri at boða frá uppstilling til formanssessin í flokkinum úti.

 

Í einum sms-boðum til Jyllands-Posten hevur Inger Støjberg váttað, at hon hevur tikið endaliga støðu.

 

Higartil hava fleiri valevni alment boðið seg fram sum valevni. Fleiri í flokkinum hava alment bjóðað Inger Støjger til eisini at stilla upp.

 

Men sambært einum takkartelduposti, sum hon sambært Jyllands Posten hevur sent tingbólkinum hjá flokkinum og starvsfólkum, og tí hon ikki hevur meldað seg sum lim í flokkinum, kemur Steen Thomsen til ta niðurstøðu, at Inger Støjberg ikki er ella verður valevni til formanssessin.

 

– Tað er soleiðis, vit tulka tað takkarskrivið, sum hon hevur sent okkum, sigur Steen Thomsen.

 

Áður hevur flokkurin eisini givið INger Støjberg eitt starvstilboð um at arbeiða fyri flokkin. Hesum hevur hon enn ikki svarað, upplýsir Steen Thomsen í dag.

 

Danski Fólkaflokkurin skal velja nýggjan formann 23. januar. Tað verður gjørt, eftir at Kristian Thulesen Dahl hevur lagt frá sær.

 

Av teimum fýra, sum hava boðið seg fram sum avloysarar hjá Kristian Thulesen Dahl, er nú bara ein teirra limur í Fólkatinginum. Tað er næstformaður floksins, Morten Messerschmidt.

 

Harumframt hava tveir limir í floksstjórnini boðið seg fram. Teir eru Martin Henriksen og Merete Dea Larsen, sum bæði hava veirð limir í Fólkatinginum fyri flokkin.

 

Tann síðsti, sum fegin vil vera formaður fyri Danska Fólkaflokkin, er Erik Høgh Sørensen, sum áður hevur sitið í starvsstjórnini.

 

Freistin at boða frá uppstilling er í morgin á midnátt.

 

/ritzau/

 

 

 

Inger Støjberg verður ikki valevni at gerast forkvinna, tá Danski Fólkaflokkur skal velja nýggjan formann. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix