- Tað er alneyðugt at styrkja hjálpina til tær kvinnur, sum hava verið fyri ágangi. Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, sum hevur lisið bókina ”Um bara hann sló meg”
Higartil hevur heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambondum sett mesta fokus á tey, sum fremja harðskap. Grundtankin við hesum hevur verið, at hesir persónar mugu hava hjálp, soleiðis at tey ikki halda fram at fremja harðskap.
Les eisini: Valdið liggur í upplýsing
Bókin ”Um bara hann sló meg” lýsir lagnurnar hjá fimm kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, fyrst og fremst sálarligum harðskapi.
- Bókin hevur sera stóran týdning, tí hon lýsir ein trupulleika, sum annars er ringur at fáa eyga á, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hon ásannar í sama viðfangi, at tað almenna eigur at gera meira fyri at hjálpa hesum kvinnum.
- Eg fari nú at eftirmeta heildarætlanina fyri at vita, hvussu vit kunnu seta størri fokus á hetta økið, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan í almannamálum vil tó ikki útgreina nærri, nær ella hvussu hetta skal gerast.
Men Annika Olsen leggur tó dent á, at bókin ”Um bara hann sló meg” lýsir ein trupulleika í okkara samfelag, sum neyðugt er at gera nakað við.
Bókin hjá Súsannu Ó. Skaale, "Um bara hann sló meg", varð løgd fram í Miðlahúsinum hósdagin. Sí myndatema frá tiltakinum við at TRÝSTA HER.
Hoyr samrøðu við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, við at trýsta á pílin undir myndini.