Størri rok – meir í kassan hjá Sea Shepherd

– Fremsta málið hjá Sea Shep­herd í Føroyum er at fáa umrøðu. Tess størri rok, tess størri umrøða, tess meira í pengakassan hjá Sea Shep­herd

– Fremsta málið hjá Sea Shep­herd í Føroyum er at fáa umrøðu. Tess størri rok, tess størri umrøða, tess meira í pengakassan hjá Sea Shep­herd.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Jo­hannesen, løgmaður, sum held­ur at millum troyttu am­boð­­ini hjá felagsskapinum er ein væl fyrireikað fjøl­miðla­mask­ina, sum skal tryggja so stóra umrøðu sum gjørligt. Hann hevur sent út hesa fráboðan:

 

»Sea Shepherd hevur ver­­ið í Føroyum í slakar tveir mánaðir. Tað hevur fel­ags­­skap­­urin rætt til, tí Sea Shepherd er ein lóg­lig­ur felags­skapur. Fleiri rødd­ir vilja vera við, at myndug­leik­ar­nir eiga at forða limunum í Sea Shepherd at koma til Før­oya.

 

Tað ber ikki til. Vit hava onga lógarheimild at taka rættin at mótmæla hjá fólki. Talufrælsið og rætt­urin at mótmæla eru grund­lóg­ar­tryggj­að og grundleggjandi part­ur av einum vælvirkandi fólk­a­ræði.
Myndugleikarnir hava neyvt eftirlit við øllum lim­u­num hjá Sea Shepherd, ið koma til Føroya. Er talan um ill­grun­a­som fólk, sleppa tey ikki inn í landið.

 

Vit mugu virða, at onnur eru ósamd og kunnu gera vart við síni sjónarmið og mót­­mæla – um tey halda seg inn­­an lógarinnar karmar. Tað loysir seg ikki at gera seg inn á onnur fyri at kroysta síni sjón­­a­rmið ígjøgnum. Vit eiga at vísa tolsemi.

 

Seinastu tveir mánaðirnar hava vit í stóran mun staðið roynd­ina. Vit hava víst, at vit eru eitt stillført og á­byrgd­ar­fult fólk, ið ikki lata okk­um øsa, ið er málið hjá Sea Shepherd. Hesum eiga vit at halda fast um, tí um­heim­ur­in hyggur eisini eftir, hvussu vit hand­fara grindamálið. Gam­an í er orðadrátturin stund­um harður. Kortini eiga vit ikki at lata okkum tøla av einum skjótum vinn­ingi við at kappast um, hvør nú er best at bíta frá sær. Grind­a­málið er alt ov týdn­ing­ar­mikið til tað. Heldur eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið.

 

Vónandi fáa vit skjótt eina grind. Okkara myndugleikar eru væl fyrireikaðir. Eitt er at mót­mæla, eitt annað er at bróta landsins lógir og fremja ágang. Hendir tað, er tað á­byrgdin hjá løgregluni at taka sær av slíkum og upp­i­halda lóg og landaskil«.