Størri vandar í flogferðsluni í 2018 enn í 2017

Hóast fleiri doyðu í flogferðsluni, so var 2018 kortini triðtryggasta árið fyri heimsins flogferðafólk

Hóast fleiri doyðu í flogferðsluni, so var 2018 kortini triðtryggasta árið fyri heimsins flogferðafólk.

 

Líta vit í hagtølini, so var 2018 eitt vandamiklari ár enn 2017 fyri tær milliónir av fólkum kring heimin, sum flugu við ferðafólkaflogførum.

 

Tað vísir ein greining hjá hollendska ráðgevingarfelagnum Aviation Safety Group (ASG), sum hevur flogferðslutryd sum sína sergrein.

 

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

 

Sambært uppgerðini doyðu 500 fólk í flogvanlukkum ella vanlukkum í sambandi við flogferðir í 2018. Tilsamans tað sum svarar til ein flogvanlukka fyri hvørjar tríggjar milliónir flogferðir.

 

Tað er ein hækking frá 2017, tá bara 13 fólk doyðu í tveimum flogvanlukkum kring heimin. Uppgerðin snýr seg bara um ferðafólkaflogfør.

 

Hækkingini í 2018 víkir frá dalandi hagtølunum við færri deyðum á flogferðum, so sum gongdin hevur verið seinastu tíggjuáraskeiðini.

 

Men tað merkir ikki, at vit skulu vera bangin fyri at fara umborð á ferðafólkaflogfør, sigur hollendska ASG.

 

– Hóast hækkingina í 2018, so var árið framvegis trið tryggasta árið fyri flogferðafólk kring allan heimin. Tað eru hend risastór framstig í flogferðslutrygdini bara seinastu 10 árini, sigur høvuðsgreinarin og stjórin í ASG, Harro Ranter.

 

Til samanberingar doyðu 1015 fólk í ferðafólkaflogferðsluni í 2005.

 

/ritzau/