- Vit eru í holt við eitt arbeiði, har vit klárleggja alt økið. Hetta er eitt arbeiði, ið byrjaði í fjør, har vit hava havt bólkafundir við avvarðandi, starvsfólk, serkøn fólk og brúkarar. Næsta stigið er, at vit fyrst í februar gera eina kanning millum fólkini á økinum, so tey fáa møguleikan at siga sína hugsan um hvussu tænastan skal skipast, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, við Vikuskiftis-Sosialin fyri nøkrum vikum síðani, tá blaðið varpaði ljós á støðuna á eldraøkinum.
Tað arbeiðið er nú byrjað. Borgarstjórin boðaði í gjár frá, at spurnabløðini verða nú send út til allar relevantar partar í løtuni. Tað vil siga brúkarar, avvarðandi og starvsfólk á eldraøkinum.
- Soleiðis sær tað út, spurnablaðið til størstu og mest umfatandi spurnarkanningina, sum er gjørd á eldraøkinum í Norðoyggjum, skrivar borgarstjórin á Facebook og leggur afturat.
- Endamálið er at lata øll geva sína hjartans meining til kennar, tí fyri at gera okkara eldratænastu uppaftur betri, so noyðast vit at kenna tørvin og væntanirnar hjá hvørjum einstøkum persóni, sum er í samband við eldraøkið í Norðoyggjum.
Borgarstjórin fegnast um at gongd kemur á málið, og vónar at kanningin fær góða undirtøku frá brúkarunum.
- Eitt týdningarmikið fet á vegnum ímóti einum ordiliga góðum eldraøki er, at vit vita heldur enn at gita, hvør veruligi tørvurin er. Og ta vitanina vænta vit nú at fáa umvegis stóru kanningina, sum er farin í gongd. Tað er mín inniliga vón, at øll geva sína hjartans meining til kennar, soleiðis at allir aktørar kunnu verða hoyrdir.