Størsta príshækking í Føroyum í 14 ár

Øll hava lagt til merki til, at pengarnir strekkja ikki so væl til nú, sum teir hava gjørt. Nú hevur Hagstovan sett tøl á, hvussu nógv dýrari alt er nú

Hetta seinasta árið er tað vorðið 7,3 prosent dýrari at liva. Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð. Hagstovan sigur, at annan ársfjórðing í ár vóru prísirnir 7,3 prosent hægri enn teir vóru fyri annan ársfjórðing í fjør og tað er størsta príshækking hesi seinastu14 árini.

 

Høvuðsorsøkin til at prístalið er hækkað so nógv hesa ferð er, at prísurin á bensini, diesel og húsarhaldsoljum er hækkaður so nógv. Men sum nakað nýtt er tað nú eisin nógv dýrari at gista á hotelli og at eta á matstovum, men tað er eisini dýrari at keypa klæðir og skógvar, og samskifti er eisini dýrkað.

 

Samstundis er prísurin á mati og drykkjuvørum nú 6,2 prosent hægri enn fyri einum ári síðani. Sí talvuna niðanfyri.

 

##med2##

 

Ein av stóru útreiðlsupostunum hjá einum húsarhaldi, er rentur og avdráttur uppá húsalán og húsarhaldsolja. Hagstovan sigur, at bara hendan seinasta ársfjórðingin er prísurin á húsarhaldsolju farin 29 prosent upp og hetta seinasta árið er oljan dýrkað heili 68 prosent.

 

Men bensin og diesel til bilar er eisini ein stór útreiðsla. Í Føroyum er hevur prísvøksturin á brennievni til akfør verið umleið tann sami sum miðalvøksturin í ES-londunum. Tó sæst á myndini niðanfyri, at hendan seinasta ársfjórðingin er prísurin øktur lutfalsliga meiri í Føroyum enn í ES-londunum.

 

##med3##

 

Talan er eisini um stórar prísbroytingar fyri at gista á gistingarhúsum. Eftir stóra fallið í prísinum undir koronufarsóttini, tá eftirspurningurin eftir at gista var lítil, er tað 47 prosent dýrari at gista nú enn fyri einum ári síðani Tó hevur hetta lutfalsliga lítla ávirkan á støðuna, tí taðlan er ikki um eina serliga stóra útreiðslu. Men prísurin á mati er eisini uppfarin. Sí talvuna niðan fyri

 

##med4##

 

Hagstovn sigur, at í Føroyum eru príshækkingarnar umleið tær somu, sum í øðrum londum, kanska nakað minni. Prísvøksturin í Danmark hevur verið 7,4 prosent og í Noregi 7,5 prosent. Nakað hægri var prísvøksturin í Íslandi og í Finnlandi, sum var 7,6 prosent. Svøríki hevur enn hægri prísvøksur upp á 7,7 prosent – og í ES sum heild, hevur hækkingin verið 7,8 prosent.

 

##med5##