Nógv rokan hevur verið í KÍ-høllini og Badmintonhøllini í Klaksvík, ið eru karmar um 8. Atlantic Fair, sum er ein sjóvinnumessa í Klaksvík.
Bórgarstjórin, Jógvan Skorheim beyð vælkomin og varaløgmaður, Høgni Hoydal setti stevnuna. Báðir fegnaðust um høga støðið, messan hevur vunnið sær við nógvum framsýnarum og nógvum vitjandi.
Hetta er størsta stevnan av sínum slag í Klaksvík nakrantíð, so her er sera nógv at síggja og sjálvandi eru møguleikar at koma á tal við tær meira enn 150 fyritøkurnar, ið eru umboðaðar á stevnuni hesaferð.
Kendi Føroya-vinurin, Gísli Gíslason, stjóri á Faxaflóða Havn hevði eitt áhugavert kort við, har allar sluppir og skip, sum farin eru undir Íslandi 1870 – 2015 vóru eyðmerkt. Ein lítil søga um, hvar og hvørjir fórust var eisini sett á breddan á kortinum. Eitt størri kort av hesum søguligu hendingum fekk Jógvan Skorheim, borgarstjóri eisini í varðveitslu.
Fyrireikararnir siga, at teir rokna við stórari vitjanarfjøld í ár. Atlantic Fair er opin í dag og morgin afturat.
Boðað er frá góðum veðri, so umstøðurnar at vitja eru góðar. Matstovurnar í býnum hava eisini serligan matseðil í sambandi við Atlantic Fair, so tað er bara at fara.