Størsti flokkur á høgreveingi lýsir valsigur í Italia

Leiðarin í flokkinum Brøður Italia, Giorgia Meloni, lovar, at hon vil vera forsætisráðfrú fyri allar italiubúgvar.

Forkvinnan í Brøðrum Italia, Giorgia Meloni, fer at vísa á tað, sum savnar italiubúgvar, heldur enn tað, sum skilir teir, sigur hon eftir at hava lýst høgrasinnaðu samgonguna sum vinnara á valinum.. - Foto: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix

Í Italia hava tey talt. Og við atkvøðunum givið greiðan stuðul til eina miðhøgrastjórn undir leiðslu av Brøðrum Italia við Giorgia Meloni á odda.

Tað sigur floksforkvinnan í nátt sambært tíðindastovuni Reuters.

Hon sigur, at hon ikki hevur í sinni at svíkja álit fólksins.

– Um boð verða eftir okkum at skipa stjórn, gera vit tað fyri allar italiubúgvar fyri at savna fólkið og hevja tað, sum sameinir tað, heldur enn tað, sum skilir fólki, segði Meloni.

Hvussu ein komandi stjórn fer at síggja út, er enn ógreitt. Men roknað verður við at ein tríflokkasamgonga, sum umframt flokkin hjá Meloni, Brøður italia, fer at fevna um Lega og Forza Italia, sum eru undir leiðslu av ávikavist Matteo Salvini og Silvio Berlusconi.

Við Brøðrum Italia sum greitt størsta flokki í samgonguni, er Giorgia Meloni upplagda boðið upp á eina nýggja italska forsætisráðfrú.

Demokratiski Flokkurin, sum er ein javnaðarflokkur, hevur longu viðurkent tapið.

Flokkurin fer í staðin framyvir at vera størsti andstøðuflokkur í Italia, sigur hann.

 

##med2##

– Hetta er eitt sorgarbundið kvøld fyri landið, sigur Debora Serracchiani, næstforkvinna í Demokratiska Flokkinum í nátt.

– Høgravongurin hevur meiriluta í tjóðartinginum, men ikki í landinum, sigur hon í fyrstu viðmerkingum frá flokkinum til valúrslitið.

Fyribils úrslit vísa, at høgrasamgongan hevur fingið umleið 43 prosent av atkvøðunum, og at samgongan er væl á veg at fáa meiriluta í tjóðartinginum í Italia.

Brøður Italia stendur sambært kanning av valstøðunum at fáa millum 22,5 og 26,5 prosent av atkvøðunum og gerst harvið størsti flokkur í høgrasamgonguni.

Á undanfana vali fekk Brøður Italia bara fýra prosent av atkvøðunum.

Kanningar á valstøðunum vísa, at miðvinstrablokkurin, sum Demokratiski flokkurin stendur á odda fyri, fær millum 25,5 og 29,5 prosent av atkvøðunum.

Demokratiski Flokkurin fær sambært fyribilsúrslitum 19,4 prosent av atkvøðunum.

Flokkurin hevur undan valdegnum ávarað um, at ein stjórn við Giorgia Meloni á odda kann vera ein hóttan ímóti rættindum sum rættinum til abort. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Flokkurin heldur eisini, at hon fer at látast ikki at síggja alheims upphiting, hóast Italia í summar hevur verið rakt av hitabylgjum, sum granskarar halda eru vegna veðurlagsbroytingar.

Meloni hevur ført valstríð undir herrópinum »Gud, land og familja«

Eydnast henni at finna ein meiriluta og skipa stjórn, verður tað tann mest høgrasinnaða stjórnin, síðani stjórnin hjá Benito Mussolini fall undir seinna heimsbardaga, skrivar AFP.

/ritzau/

 

 

 

Forkvinnan í Brøðrum Italia, Giorgia Meloni, fer at vísa á tað, sum savnar italiubúgvar, heldur enn tað, sum skilir teir, sigur hon eftir at hava lýst høgrasinnaðu samgonguna sum vinnara á valinum.. - Foto: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix

Debora Serracchiani, sum er næstforkvinna í Demokratiska Flokkinum, hevði viðmerkingar til miðlarnar í nátt á høvuðsskrivstovu floksins í Rom. - Foto: Tiziana Fabi/Ritzau Scanpix

Forkvinnan í Brøðrum Italia, Giorgia Meloni, fer at vísa á tað, sum savnar italiubúgvar, heldur enn tað, sum skilir teir, sigur hon eftir at hava lýst høgrasinnaðu samgonguna sum vinnara á valinum.. - Foto: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix