Hóast FCK liggur aftast í sínum bólki við bara einum stigi, so eru bara trý stig upp til nummar tvey.
Bólkur A:
Manchester United kann við einum sigri nærmast tryggja sær eitt pláss í endaspælinum. Fyri Shakhtar Donetsk er talan um seinasta útkall. Teir mugu í minsta lagi fáa stig í heimadystinum móti Leverkusen, sum við einum sigri kemur heili fimm stig fremst.
Bólkur B:
Real Madrid verður heilt víst millum tey, sum koma í endaspælið. Men tað er framvegis stór kapping um at blíva nummar tvey. Sjálvt FCK, við bara einum stigi, hevur møguleikan. Teir spæla í kvøld móti Galatasaray á heimavølli. FCK hevur faktsit ongantíð tapt ein dyst í Champions League bólkaspælinum á heimavølli.
Bólkur C:
Zlatan Ibrahimovic og Paris Saint-Germain hava beina kós móti endaspælinum. Kappingin er hinvegin um annað plássið. Olympiakos og Benfica deildu stigini seinast. Vinnari er ikki langt frá endaspælinum.
Bólkur D:
Tveir risa favorittar í hesum bólkinum. Bayern Munchen og Manchester City eru væl tey sterkastu liðini, men CSKA Moskva kann arga Manchester City. Men vinnur City í kvld, so er alt avgjørt og Bayern og City fara víðari.
Champions League – 4. umfar:
Bólkur A:
Shakhtar Donetsk - Bayer Leverkusen (19.45)
Real Sociedad - Manchester United (19.45)
Støðan:
1. Manchester United 7
2. Leverkusen 6
3. Shakhtar Donetsk 4
4. Real Sociedad 0
Bólkur B:
FCK - Galatasaray (19.45)
Juventus - Real Madrid (19.45)
Støðan:
1. Real Madrid 9
2. Galatasaray 4
3. Juventus 2
4. FCK 1
Bólkur C:
PSG – Anderlecht (19.45)
Olympiakos – Benfica (19.45)
Støðan:
1. PSG 9
2. Olympiakos 4
3. Benfica 4
4. Anderlecht 0
Bólkur D:
Manchester City - CSKA Moskva (19.45)
Viktoria Plzen - Bayern Munchen (19.45)
Støðan:
1. Bayern Munchen 9
2. Manchester City 6
3. CSKA Moskva 3
4. Viktoria Plzen 0