Seinasti dysturin í Premier League í dag varð spældur á Britannia leikvøllinum í Stoke, har Stoke tók ímóti Arsenal.
Arsenal var undan dystinum rímiliga greiður favorittur, tí í fyrsta umfarinum vunnu teir móti Leicester, meðan Stoke hevði tapt fyrsta dystin móti Everton.
Men eitt sindur óvæntað var tað Stoke sum vann dystin. Einsamalla málið kom tíðliga í seinna hálvleiki, tá nýggi Stoke leikarin, Jesé Rodriguez, kom á máltalvuna, eftir at Stoke revsaði Arsenal fyri eitt heldur býtt bólttap.
Restina av dystinum royndi Arsenal at trýsta, og fleiri ferðir vóru teir eisini nær við. Arsenal fekk eisini bóltin í málið í tí eina førinum, tá Olivier Giroud spældi Alexandre Lacazette leysan, men Lacazette var rangstaddur. Tískil endaði dysturin við 1-0 sigri til Stoke.
Talan var um fyrsta dystin hjá Jesé Rodriguez fyri Stoke. Hann er leigaður frá franska stórfelagnum, PSG, og hevur áður spælt við Real Madrid. Ein krossbandsskaði hevur tó gjørt, at tað hevur gingið heldur illa hjá Jesé seinastu árini, og tí spælir hann í dag fyri Stoke í Onglandi.
Í morgin vera tveir dystir spældir í Premier League. Í tí fyrra hittast uppflytararnir Huddersfield og Newcastle, meðan nummar eitt og tvey frá farna kappingarárið – Tottenhamog Chelsea, hittast í hinum dystinum.
Stoke – Arsenal 1-0 (0-0)
1-0 Jesé Rodriguez, 47.