Stokkastovan stongd

Eftir harðskapin um vikuskiftið valdi løgreglan at steðga virkseminum í Stokkastovuni í Saltangará. Ein maður var illa skaddur fluttur á landsjúkrahúsi, og illgerðarmaðurin úr Fuglafirði verður handtikin tá hann kemur aftur av ísfiskatúri

Stokkastovuvalsir og vaggandi boogie-woogie eru fyribils at enda komin í Saltangará. Løgreglan avgjørdi eftir vikuskiftið at stongja umstrídda dansihøli í býnum, Stokkastovuna. Løgfrøðiliga orsøkin er, at eigarin er fluttur til Íslands. Tað ber ikki til at hava neyðugu loyvini, ert tú ikki búsettur í Føroyum, verður sagt.


Men onnur viðurskifti hava kortini skumpað væl undir avgerðina at lata dyrnar á Stokkastovuni aftur. Nógv fólk, serliga óttafull foreldur í býnum, hava kært um Stokkastovuna, tí onki skil tykist hava verið á staðnum. Leygarmorgun stóðst sostatt aftur illstøða í hølunum.


Ikki tað at siga; lagnum í Stokkastovuni í Saltangará fríggjakvøldið bagdi onki. Fitt av fólki var samankomið, og móti morgni gingu, enn sum áður, hini mest haldbæru eftir. Men eins og so mangan kom illskapur millum menn tá leið móti endanum. Og aftur var rúsdrekka uppi í leikinum


Ein royndarleyslatin fuglfirðingur um tredivu ára aldur, sum áður hevur talað við knýttum nevum, megnaði heldur ikki á hesum sinni at halda illsinninum innaborða, og av hesum stóðst stórur fólkaskaði


Tilvildin bjargaði tí órættaða


Løgreglan í Runavík fekk klokkan 3.25 fráboðan um, at ein ungur maður hevði fingið skaða í bardaga í Stokkastovuni, og so skjótt tilbar hjá løgreglumonnunum, ið høvdu heimavakt, var farið á staðið. Talan vísti seg at vera um ein 21 ára gamlan mann, sum lá á gólvinum og bløddi illa úr nakkanum. Løtu seinni kom eisini sjúkrabilur á staðið og flutti hin órættaða á landssjúkrahúsið. Hann var ikki í lívsvanda, men tað var tilvildin, ið ráddi henda morgunin. Var 8 sentimetra langi og sera djúpi skurðurin farin frameftir hálsinum, ístaðin aftur um nakkan, hevði staðið um lív.


Avbyrgdur á sjónum


Illgerarmaðurin var rýmdur eftir tilburðin, men løgreglan hevur kortini fingið frænir av, hvat ið er farið fram. Eftir øllum at døma hevur illi fuglfirðingurin spilt út hin 21 ára gamla út, og tá hesin ungi ætlar sær at svara aftur, knallar fuglfirðingurin eitt glas í hálsin á honum.


Hin harðligi fuglfirðingurin er ikki handtikin enn, tí hann er farin ein túr til sjós..! Kortini fegnast løgreglan um, at teir vita hvørjum ísfiskabáti, maðurin er við, og vissa um, at hann verður tikin í tí løtu, skipið leggur at landi aftur.


? Sum so er talan um eina »hálva avbyrging«, tí meðan maðurin liggur á opnum havi, ber honum ikki beinleiðis til at ávirka tey vitni, vit hava avhoyrt og fara at avhoyra í vikuni, sigur Schandorff Vang, løgreglumaður við Sosialin.