Stokkholmssyndromið

Tónleikabólkurin 200 er komin á marknaðin við eini nýggjari fløgu, sum nevnist Stokholmssyndromið. Fløgan hevur fingið navn eftir teirri sinnisstøðu, sum gíslar koma í, tá teir velja at elska sínar gíslatakrar. Við hesum vilja teir í 200 vísa á, at føroyingar eru gíslar hjá dønum, men at vit kortini elska henda ræðuliga »gíslatakaran«, sum náðileyst dýkir okkum undir við pengum og góðum tænastum.

Men lat okkum hyggja eftir hesum spurninginum, um vit eru gíslar.

 

Valdið liggur í Føroyum

Tað er einki at ivast í, at áðrenn heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948, høvdu tey flestu ta fatan, at alt tað politiska valdið lá í Danmark. Við Heimastýrislógini fingu føroyingar ein part av hesum valdinum – tó ikki alt.

Men í dag er støðan ein onnur. Skiftandi danskir forsætismálaráðharrar hava sagt, at tað eru føroyingar sum gera av, um vit vilja verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ikki. Eisini er lógin nú orðað soleiðis, at vit sjálvi ráða fyri, nær málsøki verða yvirtikin. Alt valdið liggur sostatt hjá Føroya fólki og tað stendur okkum frítt at ríma úr ríkinum. Synd er at siga, at hetta minnir um eina gíslatøku.

Summi taka beinleiðis undir við galdandi skipan, meðan onnur í verki hava víst, at tey ikki hava gjørt allar tær yvirtøkurnar, sum stóðu teimum í boði, og tey hava heldur ikki tikið fullveldi, tá tey høvdu tann møguleikan. Harumframt hava tey latið seg valt á fólkating at lóggeva fyri felagsmálini og hava harvið viðurkent fólkatingið sum lóggávuting fyri Føroyar.

 

Eru ikki gíslar

Vit hoyra ofta hesi orðini, at vit skulu vera gíslar ella trælir, men neyvan finst nakar gísli ella trælur í heiminum, sum ikki gleðiliga hevði vilja býtt síni lívskor um við korini hjá føroyingum. Eg hevði eisini vilja sæð tann føroying, sum hevði vilja býtt um við ein træl.

Vit eru ikki gíslar, men vit vilja vera í ríkisfelagsskapi, tí vit hava tað betri innan fyri ríkisfelagsskapin enn vit høvdu havt tað uttanfyri. Og danir kunnu ikki gera við, at føroysk loysingarfólk ikki tora at loysa, av ótta fyri at missa teir ágóðar, sum henda »gíslatøkan« gevur teimum.

Nei gíslar eru vit ikki, og tann sum heldur, at vit eru tað, kann ikki hava skilt rættiliga, hvat ein gísli er fyri nakað.

Ein annar spurningur er, um tað ikki er okkurt slag av stokholmssyndromi, tá tað ganga fólk í Føroyum og elska politiskar flokkar, sum arbeiða við hond og fót, fyri at taka vælferðatænasturnar frá teimum til frama fyri politiskt vald og fullveldi.