Stokkutur hiti segði kellingin, hon meig í sokkarnar
- og sama gjørdi samgongan
Jóan Pauli Joensen
Javnaðarflokkurin. Listi C.
Forskattingin av pensjónum ger, at landskassin fær meira pening inn í løtuni, men tað kemur yngru ættarliðunum álvarsliga aftur um brekku seinni. Útrokningar í Danmark, har pensjónirnar ikki verða forskattaðar, sýna, at við at skatta pensjónirnar við útgjalding, fæst so nógvur skattapeningur inn, at tað er nóg mikið til at gjalda vælferðina hjá eldra ættarliðinum. Í besta føri fer tað at geva yvirskot, so eisini onnur í samfelagnum fáa ágóðan av hesum.
Forskattingin av pensjónunum ger, at tað í Føroyum ikki fer at verða nakar ágóði, tí tá pensjónirnar frammanundan eru skattaðar, fellir einki av teimum í lands- ella kommunukassan seinni. Komandi pensjónistar fara tí at fáa stein omaná byrðu. Útlit eru til, at pensjónistarnir ikki bert gjalda forskatt, men at neyðugt verður at álíkna annan skatt og onnur avgjøld, um talan skal verða um vælferð – um hon yvirhøvur verður til tá.
Fyri at siga sum er, so hevur núsitandi samgonga latið tey yngru pissa í sokkarnar fyri at hjálpa sær sjálvari. Rokningin kemur aftaná.
Tað vóru tey bæði, Louis XV kongur og unnusta hansara Madame de Pompadour, sum søgdu tey tiltiknu orðini – á fronskum sjálvandi: "Après moi, le déluge" Á føroyskum merkir hetta: “Aftan á meg, syndaflóðin”.
Javnaðarflokkurin vil hava rættvísi nú, men eisini í tíðunum, sum koma. Vil tað unga ættarliðið sær sjálvum væl á ellisárum, so tey tá eisini fáa eitt liviligt lív sum pensionistar, so eiga tey longu nú at gera sítt til at fáa alt aftur á beint.
Veljið tí Javnaðarflokkin ella eitt av teimum mongu góðu valevnunum á listanum.
Gott val.