Á ovastevnu, sum verður hildin í besta veðri í Nólsoy í kvøld, er eisini bátahugni.
Tá in.fo var ein túr eftir bryggjukantinum fyri løtu síðan, høvdu hesi í bátinum úr Kollafirði stokt sær grindabúff.
- Kokkurin umborð stokti fyrst neytabúff, men tað miseydnaðist. Búffurin kundi ikki etast. Heldur ikki skipshundurin skoytti um búffin.
Tað sigur Levi Danielsen, ið líka sum er skipari á bátinum, nú tey eru komin út til Nólsoyar at hugna sær á ovastevnu.