Stolið pengaskáp funnið í Hoyvík

Eitt pengaskáp, sum varð stolið tann 8. januar, varð í dag funnið aftur av hundapatruljuni hjá løgregluni. Skápið er rullað á sjógv, og 20.000 krónur eru horvnar

Stuldur
 
 
Sunnunáttina 8. januar var innbrot hjá AMA-Billutum í Havn, har gerningsfólkini hava brotið ein rút, og eftir hetta varð farið eftir pengaskápinum, sum hevði hjól undir sær. Tí hevur borið til at rullað skápið út úr bygninginum, men helst hava fleiri fólk verið í brotsgerðini, tí skápið, sum er 30 ára gamalt, vigar hálvtannaðhundrað kilo, og er tí tungt at lyfta upp í ein bil.
Fríggjadagin varð pengaskápið funnið í gamla umhvørvinum í Hoyvík, har tað er rullað oman av tí lítla molanum, sum er har á staðnum. Pengaskápið er sagað upp við eini sag, sum eisini varð stolin hjá AMA, og tær 20.000 krónurnar, sum vóru í skápinum saman við nøkrum skjølum, eru horvnar.
Kriminalpolitiið í Havn sigur, at tað bæði var tilvild og orsakað av drúgvum leitingararbeiði, at skápið bleiv funnið. Saman við hundum hevur løgreglan nevniliga leitað á støðum, har hugsast kann, at onkur hevur sloppið sær av við eitt pengaskáp, og kanningar vísa, at gerningsfólkini hava verið eina góða løtu á staðnum í Hoyvík, áðrenn skápið er trillað út av bryggjuni. Tí metir politiið, at skápið helst er sagað upp í gomlu Hoyvíkini.
Politiið vil fegið frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ein størri bil ella station car í Hoyvík um leið 8. januar, tí eins og tað skal ein stórur bilur til at koyra eitt slíkt pengaskáp, so verður sum nevnt eisini roknað við, at fleiri fólk hava framt innbrotið, av tí at skápið er so stórt og tungt.