Rusland: Á vitjan síni í Ruslandi í døgunum 6.-10. juni er ætlanin, at Jens Stoltenberg skal vitja stóra góðskingarvirkið ROK1 í St. Pætursborg. Virkið telist millum tey størstu í Ruslandi av sínum slagi og ein partur av ráfiskinum, sum kemur til góðskingar á ROK1, er norskur laksur.
Sum skilst úr Noregi, fer Stoltenberg eisini at hava samrøður við Vladimir Putin, forseta og við russiska forsætisráðharran, Mikhail Fradkov eins og politisk umboð fyri Murmansk og St. Pætursborg.
Ætlandi verður vitjað í Moskva, Murmansk og St. Pætursborg.
Hugsandi er, at Stoltenberg og Putin fara at tosa um vinnuligt samstarv og marknaðaratgongd, men eingin ivi er um, at mong onnur viðurskifti eisini verða á skránni.