Stoltenberg væl nøgdur við vitjan í Kirkjubø

Veðrið var av tí allar fagrasta, tá Jens Stoltenberg var gestur hjá Tórshavnar býráði heima á Garði í Kirkjubø fyrrapartin í dag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri og konan Hjørdis, tóku ímóti og buðu øllum vælkomnum til Kirkjubøar, har Jóannes Patursson, bóndi, vísti runt, bæði fyri og eftir, at farið varð til borðs í roykstovuni.

Jens Stoltenberg og konan Ingrid heilsaðu uppá allar býráðslimirnar, áðrenn farið varð innar í roykstovuna, har borgarstjórin helt røðu og handaði Jensi og Ingrid hvør sína troyggju frá Guðrun & Guðrun sum gávu frá býráðnum.

Jens Stoltenberg takkaði fyri einastandandi blíðskap og var ovurfegin um hetta høvið at vitja og at fáa so nógv at vita, sum hann ikki visti frammanundan.

- Hetta var eitt stórt upplivilsi, segði norski forsætisráðharrin.

Aftaná varð farið inn í múrin, har bóndin greiddi frá. Vitjanin vardi ikki meira enn slakan hálvanannan tíma, so fór fylgið aftur á flogvøllin, haðan Jens Stoltenberg um London skuldi á NATO-toppfund í Chicago.