Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Tá Jens Stoltenberg kom út frá Haraldi kongi gjáramorgunin, høvdu mótmælisfólk longu verið har í fleiri tímar.
Allir teir stóru norsku umhvørvisfelagsskapirnir høvdu sent út boð um, at teir vildu mótmæla á slotsplássinum. Tey mótmæltu gassorkuverkunum, sum Stoltenberg ætlar at byggja, og sum eisini fekk hann í stjórnina
Bondevik fór frá, tá Stoltenberg vildi byggja gassorkuverk, sum ikki eru CO2-reinsað.
Endiliga kom Jens Stoltenberg við stjórn síni. Hann hevur megnað at halda nøvnini væl goymd, og sjáldan hava fólk uttan fyri leiðsluna í Arbeiðaraflokkinum vitað so lítið um, hvør var á veg inn í stjórnina.
Nøvnini vísa eisini, at hann ikki hevur gjørt nakað sprell í tann rætning, sum Thorbjørn Jagland royndi, tá hann millum annað tók inn kriminalrithøvundin Anne Holt, sum ikki hevði politiskar royndir, inn í løgmálaráðið.
Stoltenberg-stjórnin hevur átta kvinnur og 11 menn.
Jens Stoltenberg segði, at tað ikki var trupult at fáa sett saman stjórnina, men at hann hevði havt alt ov nógv góð nøvn at velja ímillum.
Annars vísti ein veljarakanning, at Arbeiðaraflokkurin missir veljarar í løtuni, meðan miðflokkarnir økja munandi. Í kanningini, sum Aftenposten kunngjørdi í gjár, fekk Arbeiðaraflokkurin 30 prosent, meðan miðflokkarnir fingu umleið 27 prosent, og so javnir hava blokkarnir ikki verið í langa tíð.
Stoltenberg
og Jagland
Jens Stoltenberg er 41 ára gamal og hevur í mong ár verið væl dámdur í flokkinum. Gro Harlem Brundtland ynskti í síni tíð, at Stoltenberg skuldi leiða flokkin. Hetta hendi ikki tá, men ikki er óhugsandi, at hann tekur yvir leiðluna av flokkinum um ikki so langa tíð. At Jens Stoltenberg er eygnasteinurin hjá Brundtland sæst kanska best við, at Jens Stoltenberg hevur fingið sær Jonas Gahr-Støre sum stabssjef. Gahr-Støhr var nærmasti ráðgevi hjá Gro Harlem Brundtland, tá hon var forsætisráðharri og fylgdi eisini við henni, tá hon fór til Geneve fyri at stjórna heims heilsufelagsskapinum WHO.
Ikki óvæntað er Thorbjørn Jagland nýggjur norskur uttanríkisráðharri. Hann hevur langar royndir frá Arbeiðaraflokkinum, har hann var skrivari fleiri ár, til hann tók við sum floksleiðari, tá Gro Harlem Brundtland ynskti at fara frá á landsfundinum í 1992. Høvuðsorsøkin til, at Gro Harlem Brundtland tá valdi at lata sessin frá sær, var tann sera trupla og sorgtunga tíðarskeiðið, hon og familjan fingu, tá sonur hennara tók lívið av sær.
Jagland hevur leingi arbeitt við altjóða spurningum og ynskir, at Noreg skjótast til ber søkir um limaskap í ES.
Sambært valgranskaranum Bernt Aardal er lítil ivi um, at nú kemur ES-spurningurin aftur til sjóndar. Orsøkin er, at Stoltenberg-stjórnin ynskir ES-limaskap, meðan tey, sum ikki vilja inn í ES, nú fara í andstøðu.
Jens Stoltenberg valdi Olav Akselsen sum orku- og oljumálaráðharra. Akselsen var eisini oddamaður fyri málinum um gassorkuverk í Stórtinginum, sum eisini fekk Bondevik til at pakka saman.
Umhvørvismálaráðharri gjørdis Siri Bjerke. Hon hevur langar royndir innan Arbeiðaraflokkin og hevur eisini arbeitt sum skrivari fyri Bjørn Tore Godal í uttanríkisráðnum.
Royndur fiskimálaráðharri
Fyri føroyingar er spurningurin um, hvør skal standa á odda fyri fiskivinnusamráðingunum altíð spennandi. Jens Stoltenberg valdi Otto Gregussen. Fyri Fiskimálastýrið í Havn er hetta eitt navn, tey kenna. Otto Gregussen var politiskur ráðgevi í norska Fiskimálaráðnum frá 1992-1994 og flutti síðani upp til at gerast skrivari hjá Jan Henry T. Olsen, har Gregussen sat fram til Jan Henry fór frá í 1996.
Annars hevur Otto Gregussen royndir frá Norges Fiskarlag, har hann hevur havt ymisk størv í meir enn 11 ár. Hann hevur eisini royndir frá trimum árum í Norske Fiskeoppdretteres Forening, ið er systurfelag hjá Havbúnaðarfelagnum.
Hann var nú stjóri í felagnum Norshell. Við øðrum orðum ein, sum kennir fiski- og alivinnuna væl.
Enn ein Harlem
Gro Harlem Brundtland kemur ikki aftur í norskan politikk, men Jens Stoltenberg syrgir fyri, at Harlem-familjan framvegis hevur nakað at siga í stjórnini. Lítlasysturin hjá Gro Harlem Brundtland, Hanne Harlem, gerst nú løgmálaráðharri. Hon er 35 ára gomul og útbúgvin sakførari.
Hanne Harlem var í fleiri ár sera virkin í politikkinum í Oslo, har hon m.a. sat í býráðnum undir Rune Gerhardsen fysrt í nítiárunum. Hon valdi aftan á eitt valskeið at flyta, og flutti til Andøya í Norður-Noregi. Hon ynskti frið, og at børnini skuldi vera so nær sum møguligt hjá pápanum.
Hanne Harlem hevur seinnu árini staðið á odda fyri innkeypsdeildini hjá Norsk Hydro. Nú flytur hon so aftur til Oslo. Sambært teimum, sum kenna hana, skal hon vera av sama slag, sum stórasysturin: ? óvanliga gløgg, arbeiðir skjótt og far nógv á skaftið.
Og nógv sleppur hon at gera. Ein av spurningunum, sum liggur og bíðar, er innflytaraspurningurin. Nógv flóttafólk ynskja at koma til Noregs.
Nøkur onnur nøvn
Á odda fyri kenslumálaráðnum gerst tann 33 ára gamli Trond Giske. Hann er tann einasti í stjórnini, sum meinar, at Noreg ikki skal gerast ES-limur. Trond Giske stóð á odda fyri Nei-fólkunum í Arbeiðaraflokkinum undan ES-valinum í 1994. Hann var tá leiðari fyri AUF og kom inn á Stórtingið fyrstu ferð í 1997.
- Eg havi nógv at læra, hóast eg havi arbeitt nógv við upplæring og fyri ein part kirkjuspurningum, segði ein spentur Trond Giske, tá hann kom til Stórtingið í gjáramorgunin. Kenslumálaráðið hevur vanliga verið stýrt av eldri harrum.
Nýggi verjumálaráðharrin er Bjørn Tore Godal. Hann hevur verið bæði uttanríkisráðharri og verjumálaráðharri hjá Gro Harlem Brundtland. Hann hevur langar royndir í politiska lívinum og verður mettur at vera ein dugnaligur politikkari.
Tore Tønne gerst nú heilsumálaráðharri. Hann kemur frá felagnum hjá Kjell Inge Røkke, Norway Seafood. Tønne var ovasti stjórin í Norway Seafoods nú, men hevur leingi arbeitt innan tað almenna. Hann hevur verið diplomatur og hevur arbeitt í olju- og orkumálaráðnum. Hann hevur eisini sitið í leiðsluni hjá Statoil.
Nógv hevur verið tosað um, hvør skuldi umboða arbeiðararørsluna og LO. Hesin eitur Terje Mo Gustavsen og gerst samferðslumálaráðharri. Hann var leiðari fyri tey almennu starvsfólkini, sum eru limir í LO. Seinastu árini hevur hann arbeitt í Telenor, ið er norska telefonverkið.