Jákup Petersen, yvirlækni
Hotel Tórshavn er eitt skip uttan skipara sum siglir sín egna sjógv við sínum vandamikla farmi.
Grundreglan fyri viðgerð uttanlands er, at yvirlæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum kunnu senda sjúklingar til útlendsk sjúkrahús til víðari viðgerð og kanning. Hetta hevur bara eydnast væl á ymiskum sjúkrahúsum í Danmark og øðrum norðanlondum.
Men í Keypmannahavn vaksa trupulleikarnir støðugt orsaka av, at vit hava eitt hotell har sum er ein blandingur av hotell, røkt, viðgerð, rehabilitering, seingjardeild og tilhald. Uttan neyðuga ábyrgd, karmar og førleika siglir hetta skip sín egna sjógv við sínum vandamikla farmi.
Onnur sjúkrahús í Danmark og øðrum norðanlondum hava fyri langari tíð síðan loyst viðurskiftini viðvíkjandi kanning og viðgerð av føroyskum sjúklingum.
Helst er tað so, at Ríkissjúkrahúsið er eitt tað vánaligasta til at leggja til rættis kanning og viðgerð fyri føroyingar. Onnur sjúkrahús uttanlands eru væl betri fyri. Har eru sjúklingar og avvarðandi innan fyri sjúkrahúsins karmar og læknaábyrgd alla tíðina meðan kanning og viðgerð fer fram.
Har tað er møguligt verða sjúklingar útskrivaðir til ambulanta kanning og viðgerð og búgva saman við avvarðandi á vanligum hotellum ella á sjúkkrahússins sjúklingahotelli undir ábyrgd sjúkrahússins.
Hendir nakað, so hevur sjúkrahúsið og viðgerðandi lækni beinleiðis ábyrgd av teimum. Henda skipan fær sjúkrahúsið at leggja doyin á. at kanning og viðgerð er vælskipað, dygg og trygg.
Ríkissjúkrahúsið brúkar Hotel Tórshavn sum køst fyri sína vánaligu planlegging, til vanda fyri sjúklingar og ótta hjá avvarðandi.
Í Keypmannahavn eru viðurskiftini annarleiðis. Læknarnir á Ríkissjúkrahúsinum kenna ikki stovnin Hotel Tórshavn, men brúka hann sum køst fyri teirra vánaligu skipan av kanning og viðgerð.
Sjúklingar koma á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar, men tá teir eru komnir á deildina verða forkanningarnar, sum gjørdar eru í Føroyum ikki góðkendar. Hetta sjálvt um tær hava ligið á deildini í mánaðir. Sjúklingurin verður so sendur til Hotel Tórshavn har hann kann bíða í fleiri vikur og mánaðir.
Til tíðir verða sjúklingar útskrivaðir til Hotel Tórshavn frá Ríkissjúkrahúsinum sum als ikki eiga at verða har. Oftast sjúklingar sum áttu at verið sendir heim til sjúkrahús í Føroyum sum liður í víðari viðgerð og røkt á sjúkrahúsi ella ambulant og beinleiðis undir lækna ábyrgd.
Summir sjúklingar sum bíða eftir víðari kanning og viðgerð eftir skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum eiga als ikki at liggja á Hotel Tórshavn, men at koma heim til føroysk sjúkrahús at liggja ella ganga ambulant her heima til tað aftur er tíð til at kannast og viðgerðast á Ríkissjúkrahúsinum.
Hotel Tórshavn hevur gjørt viðurskiftini so ótrygg, at eg helst vil sleppa frá at senda sjúklingar til Keypmannahavn og havi í stóran mun sent sjúklingar til onnur sjúkrahús har kanning, viðgerð, sjúklingagongd og ábyrgd eru á høgum støði.
Ábyrgdarloysi í kanning og viðgerð
Vit yvirlæknar verða regluliga ringdir upp av avvarðandi við hópin av spurningum um Hotel Tórshavn. Tað sum gongur aftur er, at avvarðandi hava ótta fyri røkt av sjúklingi sum liggur á Hotel Tórshavn og vilja sleppa niður at røkta sjúklingin.
Ríkissjúkrahúsið hevur ikki ábyrgd av hesum stovni, vit yvirlæknar hava ikki ábyrgd av hesum stovni. Hinvegin eru hetta sjúklingar, sum yvirlæknar í Føroyum hava kannað og viðgjørt og síðani sent til yvirlæknar á Ríkissjúkrahúsinum til víðari kanning og viðgerð.
Her hongur onki saman. Vit yvirlæknarnir í Føroyum kenna ikki tað seinasta um sjúklingin, men skulu taka ábyrgd fyri at senda avvarðandi av landinum fyri at røkta sjúklingin, ella frá Føroyum taka støðu um sjúklingurin skal takast heim. Hetta uttan at hava sæð sjúklingin.
Ríkissjúkrahúsið hevur útskrivað sjúklingin og hevur sostatt heldur ikki ábyrgd av sjúklinginum. Hotel Tórshavn fær so til ein triða part, sum als onki kennir til sjúklingin fyri, at geva ráð viðvíkjandi viðgerð. Tað eru fleiri við mær sum meta hesi viðurskifti sera ótrygg.
Nýtt Hotell Tórshavn fer bert at økja um verunligu trupulleikarnar
At fáa eitt nýtt og størri Hotell Tórshavn økir bert um trupulleikan. So verður tað enn lættari at senda sjúklingar við vánaligari planlegging til hotellið, tað verður enn lættari at senda hálvvánaligar sjúklingar út á hotellið meðan bíðað verður eftir næsta stigi í kanning og viðgerð, og sjúklingar koma framhaldandi at liggja í ábyrgdar tómrúmi.
Stong Hotel Tórshavn
Einast rætta er at steingja Hotel Tórshavn. Sjúklingar sum hava tørv á sjúklingahotelli verða at brúka Ríkissjúkrahúsins sjúklingahotell har sjúkrahúsið hevur ábyrgd fyri sjúklinginum.
Teir sjúklingar sum annars ikki kunnu verða á hesum sjúklingahotelli verða sendir aftur til føroysk sjúkrahús har teir verða innlagdir og fáa skipaða útskriving til heimið undir yvirlækna ábyrgd. Partvís sum endalig viðgerð og partvís í bíðan eftir framhaldandi kanning og viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum.
Avvarðandi til sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum fáa pláss á vanligum hotellum ella ríkissjúkrahúsins sjúklingahotelli. Hetta fær ábyrgd fyri kanning og viðgerð upp á pláss aftur. Tað fer at fáa Ríkissjúkrahúsið at leggja doyin á, at skipa kanning og viðgerð fyri føroyskar sjúklingar og tað loysir trupulleikan við hóskandi bústaði fyri avvarðandi.
Samstundis kemur kanning, viðgerð og planlegging av føroyskum sjúklingum í Keypmannahavn upp á sama støðið sum á øðrum sjúkrahúsum í Danmark og norðanlondum. Vit fáa eins og skipaði viðurskifti við okkara viðgerðarstovnar uttanlands.
Sjúklingaábyrgd verður kontinuerlig og fylgir viðurkendum læknaligum grundreglum fyri kanning og viðgerð á sjúkrahúsum og sjúklingar og avvarðandi fáa sømilig kor aftur.