Góðan gongdin hjá TB heldur fram. Sunnudagin vóru teir stongina frá at fáa øll stigini í Gundadali. Tá hugsað verður um, at TB er uppflytari og at B36 er verandi føroyameistari, so var talan um eitt av teimum heilt góðu stiginum hjá TB.
B36 kom eins og í dystinum móti KÍ á odda tvær ferðir, men megnaðu ikki at verja leiðsluna. Marginalarnir eru ikki í parti við B36 í ár og avrikini eru heldur ikki á sama stigi, sum tey vóru í fjør.
Tey fýra málini
B36 kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Súni Olsen, sum í dag varð fluttur fram á miðvøllin tí Jonas Flindt Rasmussen er tøkur aftur, bleiv spældur leysur inn í brotsteigin hjá gestinum. Málverjin kom út ímóti, men Súni Olsen var tryggur og sendi bóltin upp í nettakið.
Átta minuttir seinni javnaði Dan Mortensen. Hornaspark kom innfyri úr vinstru. Áraka fimm meturin tóktist Dan Mortensen verða tann, ið var seinastur á bóltinum áðrenn hann hoppaði inn í B36 málið.
Eina løtu sá út til, at TB enn eina ferð fór at gera vart við seg, men bara tveir minuttir seinni var B36 aftur á odda. Súni Olsen sendi fríspark innfyri úr høgru. Símun Joensen, sum skoraði fleiri avgerandi mál í fjør, var fyrstur á bóltin og so var 2-1 til B36.
Tey flestu mundu haæda hetta var tað. FM vinnari móti uppflytara. Tveir minuttir fyri hálvleik bikslaði Rúni Gaardbo fyri brotssparki. Eitt TB skot endaði á hondini á Atla Danielsen. B36 leikararnir góvu heldur ikki ilt av sær. Uppflytingarhetjan hjá TB, Bojan Timic, sum skoraði avgerandi brotssparkið, ið sendi TB upp í bestu deildina, skoraði trygt upp á brotssparkið.
Okkurt er gali í B36
Í fjør riggaði alt, men í ár vil einki. Aftaná 14 umfør liggur B36 á sætta plássi og eru heili 11 stig aftanfyri EB/Streym á fyrsta plássi. Tað eru bara fimm stig niður til B68, sum liggur á níggjunda plássi, ið merkir niðurflyting.
Frágreiðingarnar eru nógvar. Eitt er, at tað mangan vísur seg at verða uppaftur torførari at endurvinna eitt meistaraheitið. Onnur tosa um teir tiltiknu marginalarnir, meðan saknurin í miðverjanum Odmar Færø og John Petersen, sum var hjálparvenjari, eisini hava verið nevndar sum orsøkir til ringu gongdina. Skaðar og leikbann hava eisini rakt hópin meint og tað er nakað, ið merkist, sigur venjarin hjá B36.
– Tað er ikki eitt einfalt svar upp á hví gongdin er sum hon er í løtuni. Vit hava verið hart raktir av skaðum og vit hava hvat fleiri leikbann, sigur Mikkjal Thomassen.
Í fjør var tað mesta av liðnum intakt ein stóran part av kappingarárinum, men í ár hava verið nógvar útskiftingar og broytingar á liðnum.
– Broytingarnar vit hava gjørt í ár eru vit kroystir at gera. Tað er ikki fyri at halda menn frískar ella svangar at vit broyta liðið. Vit hava millum annað ikki megnað at finna ein avloysara fyri Odmar Færø, og tí hava vit flutt Atla Danielsen í miðverjuna, sigur Mikkjal Thomassen víðari.
Ársins leikari í fjør var Lukasz Cieslewicz, men hann hevur ikki avrikað á sama høga stigi í ár. Bæði móti HB og KÍ var hann í løtum at finna á vinstru mið. Tað sigur eitt sindur um støðuna, tá vandamiklasti maðurin á liðnum verður fluttur úr álopinum og aftur á miðvøllin.
– Lukasz Cieslewicz hevur ikki vant í tveir mánaðir orsaka av einum skaða í fótinum. Tað sæst sjálvandi aftur á avrikunum, sigur Mikkjal Thomassen.
Málið hjá B36 í ár var at endurvinna meistaraheitið, men við 11 stigum upp til oddaliðið, so er málið nú broytt.
– Málið er nú at sleppa út í Evropa aftur komandi ár. Um vit skulu vinna meistaraheitið, so skulu vit til at vinna næstan allar dystirnar, ið eru eftir. Sum gongdin er í løtuni, so er tað óhugsandi, men vinna vit tíggju teir næstu, so kanska vit seta okkum eitt hægri mál aftur, sigur B36 venjarin at enda.
Tríggjar meiningar um TB
Tað eru ymiskar meiningar um avrikini hjá TB higartil í ár og um framtíðar møguleikarnar hjá felagnum. Spyrt tú fólkini kring TB, so er ongin ivi um at TB er komið fyri at verða. Góða gongdin fer at halda fram og úrslitini avspegla røttu støðuna, sum TB er í.
Onnur halda, at TB ríður á einu bylgju. Felagið fyllur 120 ár, nýggjur vøllur er bygdur við Stórá og liðið spælir yvir evni, sum uppflytarar mangan gera fyrstu tíðina.
Uppaftur onnur halda, at støðan og góða gongdin hjá TB als ikki er so góð, sum hon ljóðar til at verða Hetta tí TB er bara trý stig frá niðurflytingini. Hóast TB fekk eitt flott stig í Gundadali í gjár, so eru teir tvey stig nærri niðurflytingini enn teir vóru undan dystinum.
– Tað er ein løgin kensla at sita við, tá vit hava fingið ein torføran javnleik í Gundadali og alíkavæl minkar munurin, staðfestur Óli Johannesen, liðskipari hjá TB.
TB prógvaði í dystinum, at teir eru mental væl fyri, tí teir koma aftur í aftur tvær ferðir. Bara tíðin fer at vísa hvussu framtíðin hjá TB fer at síggja út, men í Gundadali vóru teir minst líka góðir sum verandi meistaraliðið. Hevði skotið hjá Bojan Timic um miðjan seinna hálvleik fari í málið heldur enn á stongina, so er sannlíkt at tvørmenn fór við øllum!