Stongja vegir og tunlar

Vegir og tunlar stongdir 9. juni í sambandi við Tórshavn Marathon 2024.

 

Sunnudagin 9. juni 2024 eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12:30 og 19:00 í sambandi við Tórshavn Marathon. Tú kann lesa meiri um hetta á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu her. 

 

Gev gætur, at frá klokkan 13 - 18:00 eru eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum, skrivar landsverk.fo.