Stór bridgekapping í Løkshøll í morgin

- Vit fegnast um, at tað endiliga er loysnað við koronu-tilmælunum, so tað aftur ber til at skipa fyri veruligum kappingum, sigur formaðurin í Føroya Bridgesambandi.

Leygardagin 5. februar - tað er í morgin - verður Løkshøll í Runavík karmur um siðvandu Silvurkappingina í Bridge. Navnið kemur av, at kappast verður um tey sonevndu silvurstigini, ið eru ein háttur at greiða frá, hvussu góðir bridgespælarar eru. 

Stigini, sum verða latin til styrkilistan, eru vanliga bronsustig, men í serligum kappingum, eitt nú hesari, kunnu silvurstig latast, og gullstig eru at vinna, tá eitt nú dystir um føroyameistaraheitið verða spældir.

Føroya Bridgesamband hevur seinastu árini sett sær fyri at royna at fáa kappingar runt landið, og er kappingin í Løkshøll í morgin ein liður í hesum. Í heyst var kapping í Sundalagnum, og nú verður so kapping í Runavík.

- Vit í Bridgesambandinum fegnast um, at tað endiliga er loysnað við koronu-tilmælunum, so tað aftur ber til at skipa fyri veruligum kappingum. Tað var hugaligt, at Runavíkar kommuna beinanvegin tók undir við at hava kappingina í Løkshøll.

Arne Mikkelsen, formaður í Føroya Bridgesambandi, sigur, at kappingin í morgin verður ikki hin einasta í Runavík, tí fyri páskir verður FM-kappingin fyri pør eisini spæld í Runavík. Eisini henda kappingin er við góðum stuðli frá kommununi.

Higartil hava 18 pør teknað seg til kappingina í morgin, teirra millum vinnararnir seinast, Jákup Hjaltalin og Arnbjørn Sivertsen.   

Einaferð vóru ikki færri enn sjey bridgefeløg í Eysturoynni, og her vóru eitt nú oyndfirðingar rættiliga stinnir.

- Vit vóna at kunna festa í bridgehugin aftur hjá summum, og kanska onkur nýggjur hevur hug at royna seg í Bridgeskúla sum sambandið hevur tikið stig til, sigur Arne Mikkelsen, formaður í Føroya Bridgesambandi.