Stór evropeisk ítróttaráðstevna í Føroyum

Um vikuskiftið verður ÍSF vertur fyri stórari evropeiskari ítróttaráðstevnu. Talan er um felagsskapin ENGSO, ið er ein paraplyfelagsskapur fyri ítróttarsambond og olympiskar nevndir í 33 londum í Evropa, sum nú kemur til Føroya at hava árligu ráðstevnuna.

Tíðindaskriv ÍSF

 

– Hetta er ein greiður liður í arbeiðinum við at vinna okkum altjóða limaskap, soleiðis, at øll føroysk ítróttafólk kunnu kappast undir Merkinum, sigur Elin H. Joensen, ÍSF-forseti

Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, vísir á, at tað er sjálvsagt, at ÍSF hevur boðið júst hesi nevndini til Føroya.

 

- Vit arbeiða jú av øllum alvi fyri at fáa IOC-góðkenning. Henda góðkenning hevði havt við sær, at allir føroyskir íðkarar kundu kappast á altjóða stigi sum føroyingar - undir Merkinum. Í ENGSO eru umboð fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir í Evropa.

 

- Vit eru sannførd um, at tað ger størstan mun hjá okkum at knýta persónlig sambond og skapa fatan fyri okkara støðu. Tá ið nú 60 fólk við ávirkan koma til Føroya og síggja okkara ríka ítróttalív, okkara góðu umstøður og stóra stuðulin, sum ítrótturin fær, vóna vit, at tey skilja, at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land ítróttaliga, sigur Elin H. Joensen.

 

ENGSO Ráðstevnan 2022

 

Ráðstevnan verður fríggjadagin og leygardagin í Havn, men eisini verður farið ein túr inn í Eysturoynna at hyggja at umstøðum har, umframt onkran vakran túr í náttúruna.

 

Ymisk evni verða viðgjørd hetta komandi vikuskiftið. Fyrsta evni verður fylgjurnar av korona, og hvussu korona ávirkaði ítróttin í Evropa. Eitt annað evni verður javnstøða innan ítróttin við LGBTQ+ vinklinum. Onnur evni eru »Sunnur lívsstílur og leikluturin hjá ítróttafeløgum« - og »Sálarlig heilsa - og ungdómurin«.

 

- Tað eru fimm ár síðani at vit bjóðu okkum fram, at verða vertir fyri árligu ENGSO ráðstevnuni. Fyri trimum trý árum síðani fingu bjóða at hava ráðstevnuna her heima. Men seinastu tvey árini bleiv alt jú avlýst av korona. Nú koma tey so endiliga, og vit gleða okkum, sigur forsetin í ÍSF.

 

##med2##

 

Fakta um ENGSO:

 

- ENGSO stendur fyri the European Non-Govermental Sports Organisation

- Hetta er paraply-felagsskapurin fyri ítróttasambond og Olympiskar nevndir í 33 ymsum londum

 

- Ein ítróttarørsla, ið vil fremja grasrótaítrótt í Evropa

 

- Grundhugsanin er: ítróttur hevur óteljandi góð árin á heilsuna, men eisini á samfelagið. Eitt nú viðvíkjandi inklusjón, lívlangari læring og fólkaræði.

 

- Vil nýtímansgera ítróttarrørsluna í Evropa.