Stór fótbóltskapping í Vági

Leygardagin verður stór fótbóltskapping fyri old boys og old girls leikarar. Kappingin verður í Vági

Undirtøkan hevur verið framúr góð. 17 spent lið úr øllum Føroyum eru tilmeldaði og 115 leikarar vera við.

 

Kappast verður í trimum aldursbólkunum, kvinnur eldri enn 35 ár, menn eldri enn 35 ár og menn eldri enn 45 ár.

 

Kappingin byrjar kl.10.30 og finalan verður kl.15.30.

 

Aftaná kappingina samlast luttakararnir í VB-húsinum til ein betri bita og hugna.