Stór grannauppgerð á skránni í kvøld

Millum áhugaverdu dystirnar í 23. umfari í Onglandi er grannauppgerðin millum Liverpool og Everton

23. umfar í bestu fótbóltsdeildini í Onglandi er á skránni í kvøld og í annaðkvøld. Millum áhugaverdastu uppgerðirnar er grannastríðið í Liverpool, har Liverpool FC í kvøld fær vitjan av Everton. Søguliga hava teir reyðu í Liverpool FC oftast verið ovari á styrkistalvuni enn teir bláu í Everton, men í ár er rættiliga tætt millum feløgini. Liverpool er á fjórða plássi við 43 stigum, og Everton er á sætta plássi við 42 stigum.

Í kvøld fær Manchester United vitjan av Cardiff, sum við fyrrverandi United spælaranum Ole Gunnar Solskjær við róðrið fer at stríðast fyri at fáa stig og harvið at seta David Moyes undir uppaftur størri trýst.

Toppliðið Arsenal skal spæla á útivølli ímóti Southampton, sum er á níggjunda plássi og ikki hevur tapt fýra tær seinastu ferðirnar – tríggir sigrar og ein javnleikur.

 

23. umfar

Týskvøldið

Swansea-Fulham

Southampton-Arsenal

Norwich-Newcastle

Manchester United-Cardiff

Liverpool-Everton

Crystal Palace-Hull

 

Mikukvøldið

Aston Villa-West Bromwich Albion

Sunderland-Stoke

Chelsea-West Ham

Tottenham-Manchester City