Her nærkast nýggja Sandshavið bryggjuni, og umsjónarmaðurin hjá kommununi, Bjarki Henriksen, tekur ímóti. Í góðveðrinum er nógv fólk komið Út í Støð at taka ímóti og heilsa skipi og manning.

Myndir: Stór móttøka fyri nýggja Sandshavinum

Nógv fólk var samankomið Úti í Støð á Sandi seint seinnapartin í dag, tá nýtt skip kom til bygdar.

Her nærkast nýggja Sandshavið bryggjuni, og umsjónarmaðurin hjá kommununi, Bjarki Henriksen, tekur ímóti. Í góðveðrinum er nógv fólk komið Út í Støð at taka ímóti og heilsa skipi og manning.

Veðrið hevur verið av tí allar fagrasta í dag, og soleiðis var eisini um 17.30-tíðina, tá nýggja Sandshavið fyrstu ferð legði til bryggju á Sandi.

 

Her var rættiliga nógv fólk samankomið, og tað var Brandur Sandoy, sum beyð vælkomin og segði, hvussu móttøkan fór at verða skipað.

 

Góðar mansrøddir úr Sandoynnu sungu og spældu nakrar vælljómandi sangir í góðveðrinum.

 

Borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason, segði nøkur orð og ynskti vegna kommununa eigarum og manning hjartaliga tillukku og bestu eydnu.

 

Sum umboð fyri reiðaríið segði Kristian Martin Petersen eisini nøkur orð, og hann greiddi eitt nú frá søguni aftan fyri Sandshavið.

 

Eftir at sangur hevði ljóðað, og røður vórðu hildnar, varð bjóðað umborð á síggja skipið, og tað var skjótt, at her gjørdist trongligt umborð.

 

Øll tey mongu, sum vóru komin til móttøkuna Úti í Støð í dag, vórðu eisini bjóðað inn á fiskavirkið til kaffi, te, køkur og sunkist.

 

Seinni fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum varð sagt við móttøkuna.

 

Lagið á bryggjuni var gott, og fólk ynsktu eigarum og manning hjartaliga tillukku og bestu eydnu við nýggja Sandshavinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Her nærkast nýggja Sandshavið bryggjuni, og umsjónarmaðurin hjá kommununi, Bjarki Henriksen, tekur ímóti. Í góðveðrinum er nógv fólk komið Út í Støð at taka ímóti og heilsa skipi og manning.

Skipari á Sandshavinum er Eyðvarur Petersen, og her er tað konan, Inge, sum er komin at taka ímóti.

Kristian Martin Petersen hevur nokk at gera við at bera blómur og heilsanir umborð.

Manskórið í Sandoynni setti sín serstaka dám á móttøkuna við góðum sangi og tónleiki.

Tríggir brøður og ein bróðursonur skiparans, Eyðvar Petersen. Teir eru hugtiknir av stórfingnu móttøkuni.

Á bryggjuni er nógv fólk, og her sæst bert ein partur av mannfjøldini, sum tók ímóti Sandshavinum.

Borgarstjórin, Heri Sverrason, ynskir vegna kommununa skipi og manning tillukku og bestu eydnu.

Fólk í øllum aldri eru komin at taka ímóti, og nøkur føroysk fløgg eru eisini.

So verður farið umborð at síggja skipið, og her eru rættiliga góðar umstøður hjá manningini.

Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri og ein av eigarunum, skiftir orð við skiparan.

Teir eru eisini komnir at taka ímóti, f.v.: Klæmint Myllhamar, Petur Højgaard og Eyðun Viderø.