Stór smittutøl - men lutfalsliga fá innløgd

Hóast tølini yvir smittað eru stór í Noreg eins og í okkara grannalondum annars, er talið av innløgdum við covid-19 lutfalsliga lítið.

Um midnáttarleitið í gjár kunngjørdi Noreg talið av nýggjum smittaðum seinasta samdøgrið.

 

Tølini vísa, at landið hevði 11.597 covid-19 tilburðir, sum er 3700 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Mikudagin í hesi vikuni setti tølini yvir nýggjar smittutilburðir met, tá samlaða talið var 200 fleiri enn í seinastu dagføring á midnátt.

 

Men, hóast tølini yvir smittað eru stór í Noreg eins og í okkara grannalondum annars, er talið av innløgdum lutfalsliga lítið.

 

Um midnáttarleitið í gjár lógu 243 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19. Tað er 21 færri enn dagin fyri.

 

Av teimum 243, fingu 60 fólk andahjálp í respiratori. Talið av deyðum við koronu í Noreg, síðan farsóttin tók seg upp, er 1381.