Talan er um 28 vinnustykkir frá umleið 2000 fermetrum upp til 10.000 fermetrar. Fleiri eru av teimum smærru.
Tey, sum standa á bíðilista, fáa í næstum bjóðað stykki. Stykkini skulu verða liðug tann 1. juni 2025, og fermetrakostnaðurin er 1.500 kr.
Eitt stykki, sum verður býtt upp í fleiri stykkir, verður lagt av til at bjóða út til smærri fyritøkur.
Økið liggur í B4-økinum í almennu byggisamtyktini og er ætlað umhvørvisflokkum 2-4.
##med2##
Tórshavnar kommuna skrivar, at fyri at fáa tillutað vinnustykki ber til at skriva seg upp á ein bíðilista. Vinnustykkini verða lutað út eftir fyriskipanini “Reglur fyri upptøkur og viðgerð av umsóknum um vinnustykki”.