Stóra felags jólaborðið á Hotel Føroyum

Trý ár eru liðin síðan fólk seinast savnaðust til stóra felags jólaborðið á Hotel Føroyum, men í ár hava vit endiliga sett tað skrá aftur. Felags jólaborðini verða 26. novembur og 3. desembur, og tey eru ætlað fyritøkum, stovnum og einstaklingum – ja, so at siga øllum, sum hava hug eitt hugnaligt og stuttligt kvøld saman við øðrum.

 

Á skránni verður yndisligur sangur frá Biritu Adelu, gott undirhald frá Jákupi Dahl og festligur tónleikur frá Páll Finnur Páll. Eftir borðhaldið spælir Chill til dans. Svanna Hentze í Gong verður borðstjóri og Pætur á Borg spælir undir til felagssang.

 

##med2##

Matskrá

Brellbiti: Blinis við ostakremi, sílarogni og karsi

Forrættur: Dampaður toskur, leykakrem, snerkt granola, súltaður várleykur og blomsturkarsi

Millumrættur: Eplaskúm við súltaðari purru, snerktum valnøtum, purrustøvi og grønari olju

Høvuðsrættur: Langtíðarstokt oksabringa, grillað pak choi, persillurótakrem, oksasoðsós og rástokt eplir við urtum afturvið

Omaná: Rabarbubudingur við vaniljuísi

Kostnaður

Felags jólaborð við mati og drykkjuvørum afturvið matinum: 1.245 kr fyri hvønn

Fá nærri kunning á www.hotelforoyar.fo.

 

##med3##

 

##med4##