Stóra forloysingin hendi í Runavík

(Ljóðbrot) Hoyr Sámal Erik Hentze greiða frá hvussu hann upplivdi tey fyrstu 26 umførini

Sendingin "Gullradio", sum var send á Rás2 í dag fór á gátt hjá Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjara hjá B36.

 

Bagge heldur, at tann stóra forloysingin kom í 23. umfari, tá B36 vendi einum hóttandi 0-2 tapi til ein 3-2 sigur, aftaná tap ímóti Víkingi og KÍ í 22. og 21. umfari.

 

Bagge staðfestir, at dystirnir í 3. og 4. umfari, tá B36 bjargaði sær ein javnleik í yvirtíðini ímóti bæði Víkingi og HB góvu honum bjartar vónir um, at B36 kundi røkka langt hetta kappingarárið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu Bagge upplivdi hesi 26 umførini.