44 ára gamli, katalanski fótbóltsvenjarin, Pep Guardiola skal hava ein nýggjan arbeiðsgevara komandi summar. Og sambært seriøsa enska blaðnum "The Guardian" eru nøkur stórfeløg um boðið at bjóða honum starv.
Sambært The Guardian liggur Manchester City á odda í kappingini at fáa Pep Guardiola settan í starv komandi summar.
Um tað ikki eydnast Manchester City at fáa undirskriftina hjá Pep Guardiola standa bæði Manchester United og Paris Saint Germain klár til at bjóða Pep Guardiola ein sáttmála.