Stórfingin bókaframløga í Bø í morgin

Bøur fær nú sína bygdarsøgu. Heitið er Tættir og brot úr Bíggjar søgy -  og hon verður løgd fram fríggjadagin klokkan 17.

Hon er eitt stórt og prýðiligt verk, sum fyllir 500 s.

 

Høvundur er kendi bíggjarmaðurin Óla Jákup Guttesen, sum eisini hátíðarheldur sín 80 ára dag í morgin.  

 

Í mong ár hevur hann savnað og skipað søguna. Hann hevur sitið trúliga á landsskjalasavninum við kirkjubókum, fólkateljingum, skiftiprotokollum, sýsluprotokollum og tinglýsingarbókum og roynt at fingið skil á, undir hvørjum korum fólk í hansara heimbygd hava livað upp ígjøgnum tíðirnar.

 

Úrslitið er ein stórfingin bygdarsøga, sum byrjar við hugleiðingum um elstu búsetingarnar, um elstu sagnirnar, m.a. um skyldskapin millum Gæsu í Kirkjubø og Dáva bónda í Bø og søgnina um Eiriksboða.

 

Síðan verður gingið ígjøgnum húsini, ættirnar, traðirnar, hagapartarnar, staðarnøvnini, her eru frásagnir úr bjørgunum og Tindhólmi, sagt verður frá grindarakstri, stórum tilburðum á sjógvi og landi, greitt verður frá búsetingingini á Víkum og mongum, mongum øðrum.

 

Bókin er stak væl skrivað og skipað. Hon er eitt upplýsandi og undirhaldandi og stak væl uppsett stórverk við ørgrynni av forvitnisligum myndum.

 

Skráin fyri bókaframløguna í Pakkhúsinum í morgin kl. 17 er henda:

 

Óla Jákup bjóðar vælkomin

 

Felagssangur: Niðri á Støð eftir Mikkjal á Ryggi

 

Boðið verður hvítvín, cider og pinnamatur

 

Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum heldur røðu

 

Mansrøddir bera fram:  Eg havi verið fermur  eftir Mikkjal á Ryggi

 

Felagssangur: Bøur er mín heimbygd eftir Gutta Petersen

 

Høvundin skrivar heilsanir í bókina.