Stórhøll í Havn: Ein fullfíggja ætlan er klár um ein mánað

Vit eru komin rættiliga langt við fyrireikingunum, sigur borgarstjórin

##med2##

 

Um ein mánað hava vit eina fullfíggjaða ætlan klára um eina stórhøll í Havn. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við FM1 í dag. Hann sigur, at talan verður um eina risastóra høll upp á yvir 8.000 fermetrar, sum verður góðkend til altjóða ítróttardystir í hondbólti, og øðrum. Men harumframt skal hon kunna hýsa stórum ráðstevnum, sølustevnum, møtum, og øðrum, men tað verður altíð ítrótturin, sum fær fyrstarætt til høllina, sigur hann.

 

Les meiri her: Seta sjøtul á at byggja altjóða marghøll í Havn

 

Men harumframt verður høllin eisini ein partur av tilbúgvingini og kann hýsa túsundtalsfólkum í eini handavending, skuldi ein stór vanlukka hend av onkrum slagi.

 

Sum vit hava skrivað áður, hava býráðslimir í minnilutan funnist hvassliga at framferðini í hesum máli. Les meiri um tað her: Hetta er óskiljandi

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran greiða frá.