Eftir at borgarstjórin hevði bjóðað vælkomin á tíðindafundinum seinnapartin í dag um stórhøllina, legði samskiparin, Dennis Holm, fram sjálva verkætlanina. Hann tosaði um staðsetingina við Stórutjørn - millum Hoyvík og Hvítanes - mitt í Føroyum, sum hann tók til.
- Her er góð atkoma, og rúmligt kringøki. Eysturoyartunnilin, Vágatunnilin og komandi Sandoyartunnilin gera meginøkið størri, og tað verður høgligt hjá føroyingum flestum at koma saman til alskyns tiltøk í stórhøllini. Hetta verður ein høll, sum 90 prosent av Føroya fólki kann koyra til, segði hann.
Sambært Dennisi Holm er ein av teimum yvirskipaðu setningunum fyri verkætlanina, at hetta skal verða ein stórhøll, sum hevur altjóða góðkenning til at verða heimavøllur. Visjónin er ein tjóðleikvøllur til innandurða ítróttina.
- Skal føroyskur ítróttur mennast og flytast upp aftur longri fram á leið, so krevjast góðar umstøður. Høllin fer at hýsa bæði venjingum og kappingum, innan nærum allar ítróttargreinir, eitt nú hondbólti, fimleiki, flogbólti, kurvabólti, bardagaítrótti, borðtennis, tennis, badminton, dansi, bogaskjóting, billiard og øðrum.
Dennis Holm vísti á, at við einari slíkari stórhøll, sum livir upp til altjóða standardir og krøv, eru møguleikarnir nógvir, bæði av almannagagnligum og vinnuligum slag. Møguleikar sum ikki eru til í Føroyum frammanundan, men sum stórur tørvur er á, serliga innan ávísar ítróttagreinir og størri tiltøk.
Sambært samskiparanum snýr høllin seg sjálvandi um ítrótt, men ikki bara, og hann vísti á, at tær berandi yvirskriftirnar fyri verkætlanina eru mentan, trivnaður, rørsla og heilsa.
- Føroya Arena kann brúkast til ítróttardystir, konsertir, listaframsýningar, stórmøtir, ráðstevnur, sølutiltøk og mangt annað, segði Dennis Holm, sum eisini vísti á, at stórhøllin kann skipast sum upplivingardepil við livandi lívi allar dagar í vikuni.
Hann segði, at stórhøllin verður ein sjálvsagdur karmur rundanum virksemið hjá elitu-ítróttini. Men, hon fer eisini at verða eitt stað har leikítróttin møtir úrvalsítróttini. Hon fer at hýsa fjøltáttaðum virksemi fyri øllum sløgum av fólki og fyri øll ættarlið, bæði børn og ung og eldri.
- Stórhøllin kann gerast ein fólkaheilsudepil, sum kann hýsa stórum viðkomandi fólkaheilsumessum og skapa karmar fyri gransking innan lívsháttarsjúkur, og soleiðis verða við til at menna heilsuna hjá Føroya fólki. Stórhøllin kann eisini gerast størsti mentanardepil í landinum, og hon kann gerast karmur um størri upplivingar, sum vit annars ikki kundu hýst, segði Dennis Holm.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er stór umrøða av tíðindafundinum, sum varð hildin í dag, og her kann eisini lesast um tað, sum aðrir, ið hava arbeitt við verkætlanini, søgdu, eins og fleiri myndir eru frá tíðindafundinum.
(Kelda: torshavn.fo)
##med2##