Stórkapping í Trongisvági

Fimleikur: Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein stórkapping hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági

Í dag verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um stórkapping í rútmiskum fimleiki. Hetta er ein liðkapping fyri kvinnur, gentur, smágentur og pinkur.

Fimleikafeløgini, ið verða við, eru TF, HF, Fok, Ljósið og Støkk. Harumframt verður dreingjalandsliðið og eitt reiðskapslið frá Ljósinum við sum gestalið.

Hetta er fyrstu ferð, at ein stórkapping er í Trongisvági. Og tað er eisini fyrstu ferð, at Fok luttekur í eini stórkapping.

Hjá pinkum og smágentum eru fimm lið, sum skulu kappast móti hvørjumøðrum. Í kappingini hjá gentum luttaka trý lið.

Hjá kvinnunum er støðan tann, at bert Ljósið er við. Vegna manglandi leiðarar og íðkarar er einki annað lið við, og tað er harmiligt, at Ljósið ikki hevur nakran at kappast ímóti. Hetta er sama skil sum í fjør, tá Havnar Fimleikafelag var einasta lið hjá kvinnunum.

Í ár verður givið gull, silvur og bronsa til nummar 1,2 og 3. Hini árini hevur tað bert verið nummar eitt, sum hevur fingið gull. Broytingin við, at trý tey ovastu liðini øll fáa heiðursmerki, er gjørd av tí, at vit bert hava eina kapping um árið innan rútmiskan fimleik.

Innmarsjurin verður klokkan 15.00, og síðani verða kappingarnar í hesi raðfylgju: pinkur, smágentur, gentur (frí íðkan), gentur (amboð), kvinnur (frí íðkan), kvinnur (amboð).