Stórmál fara at eyðkenna 1998

Bankakanningin, marknatrætan, 1. útbjóðing eru nøkur av stórmálunum, sum fara at eyðkenna 98.

NEYVAN nakrantíð áður hevur so nógv staðið uppá spæl hjá Føroyum, sum komandi ár ber boð um. Úrslitið av bankakanningini verður greitt, og ein ella onnur avgerð skal takast í marknatrætuni við Bretland. Aftrat hesum kemur vitjan Nyrups í Føroyum, samtykkjan av oljulóggávu, 1. útbjóðing á føroyskum øki, Heimastýrislógin verður 50 ár, og vit skulu hava bæði løgtings- og fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu.


MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin er so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum og hvussu úrslitini fara at gagna okkum!


VIT kunnu kanska býta hetta upp í tveir høvuðspartar. Annar er spurningurin um eina komandi oljuvinnu og marknatrætuna við bretar. Hin er spurningurin um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.


Í tí fyrra førinum skulu vit fyri tað fyrsta samtykkja oljulóggávuna. Harnæst skulu vit til at gera av, nær og hvussu tann 1. útbjóðingin skal vera, og loksins skulu vit til at fáa greiðu á, hvussu verður við markinum.


HÓAST tað helst verða gjørdar einstakar broytingar í uppskotinum, so er útlit fyri, at oljulógin verður samtykt fyrst í januar. Í kjalarvørrinum á lógini skal so gerast klárt til 1. útbjóðing á føroyskum øki nakrantíð. Her eru tvinnanda trupulleikar at taka støðu til. Fyri tað fyrsta, nær ein útbjóðing kann verða, og harnæst, hvussu vit áseta skatt og aðrar treytir/reglur fyri komandi leitingini. Í hvørgum føri er talan um nakra lætta uppgávu. Tað er altíð torført at stinga út í kortið ein skatta- og avgjaldspolitikk mótivegis oljufeløgunum. Tí tú her mást viga fyrimunir og vansar upp móti hvørjum øðrum. Øðrumegin mást tú tryggja samfelagnum tess náttúrliga ágóða av eini oljuvinnu, men tú mást hinumegin heldur ikki seta oljufeløgunum so hørð krøv, at tey halda seg aftur.


HÓAST marknatrætan við bretar er eitt mál, sum bæði snýr seg um fiskivinnu og oljuvinnu, so hevur júst henda træta í løtuni rættiliga óhepnar avleiðingar fyri eina komandi útbjóðing. Í ringasta føri kann hon hava við sær, at ein útbjóðing verður útsett í óvissa tíð. Enn er tó politikkurin tann, at útbjóðing skal verða í 98. Hetta eiga vit at halda fast við.


HITT stóra málið eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Januar verður ein sannur lagnumánaður fyri Føroyar. Tá fáa vit úrslitið av bankakanningini. Tað kann ganga fleiri vegir. Eitt nú kunnu føroyingar fáa viðhald í skuldsetingunum, ella verða danir fríkendir. Ella verða tað høgg til báðar síður, soleiðis, at tað verður torført at fara víðari við eini rættarsøk. Men er tað so, at bara ein partur av teimum avdúkingum, sum komu fram í sera áhugaverdu og væl frágingnu SVF-sendingunum, er rættur og hevur hald í veruleikanum, er talan um eina sera álvarsliga álitiskreppu millum Føroyar og Danmark. Tí hvussu vit enn venda hesum og royna at skilja donsku tiltøkini, so verður ilt at koma uttan um, at danir hava gloymt alt um virðing móti einum fólki, sum er partur av teirra egna ríki.


JÚST hetta við virðingini verður at viga ómetaliga tungt í hesum máli. Tí verður ilt at gera alt hetta upp í pengum, so verður helst gjørligt at fella ein dóm, sum sigur, at danir við sínum huldu- og skýmaskotspolitikki hava vanvirt føroyingar, so tað stendur eftir. Hvussu óprofessionellir og ódugnaligir vit føroyingar annars hava verið vikar eftir okkara tykki einki við henda veruleika. Nú fáa vit so at síggja. Men ríkismál verða eisini fyri í aðrar mátar. Eitt nú hevur javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri tingið um eina broytingar í viðurskiftunum við Danmark. Nakað, sum er alneyðugt - uttan at adressan skal eita loysing her og nú. Heimastýrið fyllir 50 ár í apríl, uml. um sama mundið sum vit skulu til val. Árið 98 verður eitt lagnuár fyri Føroyar. Sosialurin ynskir øllum viðskiftafólki eitt gott nýggjár. Blaðið kemur út aftur leygardagin 3. januar.