Eitt hátrýst flytir seg frá útnyrðingsrusslandi til norðurskandinavia og mennist. Millum hátrýstið og djúp lágrtýst á veg í ein landnyrðing, streymar mild og óstøðug luft inn yvir Føroyar av suðri, seinni av útsynningi.
Í dag
Sum dagurin líður øtlar hann vindin í hvassan vind ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s og í nátt eitt skifti upp í storm ella hvassan storm, 23 til 25 m/s. Samdrigið og ælaveður, men í kvøld skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Í morgin
Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, sum snarar í ein sunnan og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Um dagin skýggjað og regn, men í annaðkvøld klárar í, tó okkurt ælið. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum øtlar í strúk í vind ella skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Um náttina skýggjað og framvegis ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men okkurt ælið. Hitin millum 4 og 7 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Út á náttina makar hann aftur vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað, men okkurt ælið, um kvøldið skýggjað og regn. Hitin millum 4 og 7 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Skýggjað, men fyrrapartin yvirhøvur turt. Seinni fer at regna. Hitin millum 4 og 7 stig, sum veksur upp í 6 til 9 stig.