Stormur og lýkka í Íslandi

Tað var av ringasta veðri nógvastaðni í Íslandi í gjárkvøldið og í nátt. Eisini í dag er nógvur vindur, og flogførini, sum røkja ruturnar innanlands, hava staðið still. Ætlanin var tó at royna seinnapartin, men veðurstovan hevur ávarað um sera óstøðugt luftrák yvir landinum.

Í Skarðsdali, sum er nærhendis Siglufirði á Norðurlandinum, kom vindferðin upp í 51,9 metrar um sekundið í nátt, og onkra aðrastaðni var hon eisini oman fyri 50 metrar, og ein veðurmaður sigur við Morgunblaðið, at hetta er óvanligt.

Tað var eisini sera lýtt í Íslandi í nátt. Á Eskifirði kom hitin upp í 14,3 stig aftan á midnátt, og tað er næstan met. Mesti hiti, sum er skrásettur í Íslandi tann 11. mars, er 14,5 stig, og tað var á Akureyri í 1953, skrivar Morgunblaðið.