Stormur seinni í vikuni

Veðurfrøðingarnir spáa um nógvan vind seinni í vikuni.

Danska veðurstovan DMI sigur um veðrið í dag, at tað verður lot til andøvsgul av eystri, 2 - 7 m/s, sum um kvøldið og í nátt snarar í ein eystan og landsynning, og veksur til 4 - 8 m/s. Skýggjað og turt fyri tað mesta, men eisini eru møguleikar fyri sólglottum. Hitin alt samdøgrið  millum 1 og 5 stig. 

 

Í morgin sigur hann frá gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 - 10 m/s, sum um kvøld veksur til 10 - 15 m/s. Um dagin mest skýggjað og regn, men um kvøld minni regn. Hitin millum 3 og 8 stig. 

 

 

Mikudagin verður somuleiðis 10 - 15 m/s, sum seinni veksur upp hvassan vind 13 - 18 m/s, og eitt skifti upp í storm, 18 - 22 m/s. Skíggjað og regn og hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.