Tað er hávetur og harvið eiga møguleikarnir fyri nógvum vindi, frosti og kava at vera stórir. Men sambært veðurforsøgnunum er tað einki, sum bendir á, at tað næstu dagarnar verður stormur, kuldi og kavi.
Í dag er tað illfýsið og hvítt í fjøllunum, og títtu og freku ælingarnir eru við vágaslettingi.
Sambært veðurforsøgnunum eru tað tó ikki útlit fyri, at tað næstu dagarnar verður kavi. Tað er møguleiki fyri, at hitin í nátt fer niður um frostmarkið, men annars verður hitin næstu dagarnar omanfyri frostmarkið. Sambært forsøgnini hjá DMI verður hitin seinnapartin og í kvøld millum 2 og 6 stig, og vindurin fer at minka. Í nátt verður hann 3 til 8 metrar um sekundið, og tað verður klárt.
Í morgin og mánadagin og týsdagin verður hitin millum 1 og 5 stig, og mikudagin verður hann millum 4 og 6 stig. Vindferðin fer at liggja millum 8 og 20 metrar um sekundið. Í morgin verður turt, mánadagin verður nógv regn, og týsdagin og mikudagin fer tað eisini at regna.