Stórsigur og meistaraheiti til PSG

PSG tryggjaðu sær í dag fjóðra meistaraheiti á rað.

Eftir javnleikin hjá Monaco fríggjadagin, kundi PSG tryggja sær meistaraheitið í Ligue 1 við einum sigri í dag. Og sigast má, at teir tóku av. PSG vunnu heili 9-0 móti botnliðnum Troyes. Toppskjúttin í deildini, Zlatan Ibrahimovich, skoraði fýra mál, men tað var Edison Cavani sum byrjaði málveitsluna í 14. minutti. Javier Pastore og Adrien Rabiot fingu annað og triðja málið, einans fimm minuttir eftir fyrsta málið.

 

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, áðrenn Zlatan Ibrahimovich gjørdi um seg. Í 46. minutti skoraði hann til 4-0, og tíggju minuttir inn i annan hálvleik, hevði hann fingið sítt hattrikk. Málið til 5-0 var mál nummar 100 hjá Zlatan Ibrahimovich í Ligue 1. Eftir 60. minuttir varð skrædlið fullkomið, tá Matthieu Saunier skjeyt bóltin í egið mál til støðuna 7-0. Niðurtúrurin hjá Troyes var ikki liðugur enn, tvørtur ímóti. í 74. minutti brúkti Loosemy Karaboue neyðbremsuna móti einum fríum Edison Cavani, og fekk hann tí reyða kortið og brotsspark til PSG. Edison Cavani skjeyt sjálvur brotssparki, men málmaðurin tók tað í fyrstu atløgu, men Edison Cavani var kvikur og smekkaði næsta bóltin í netið.

 

 

Við sigrinum í dag gjørdist Paris Saint German meistarar við heili átta umførum eftir.