Finalan í U14-gentum stóð millum B68 og B36, og her vunnu havnargenturnar tryggan sigur.
Myndir frá finaludystinum síggjast HER
Tað gingu bara tveir minuttir, til Emma Hansdóttir hevði skotið sítt fyrsta mál, men lítla løtu seinni javnaði Rebekka Olsen við góðum stútara.
B36 hevði tó takið á dystinum, og um miðjan fyra hálvleik legði Maria Weyhe tær aftur á odda.
Eftir steðgin skrædnaði fullkomuliga. B36-liðskiparin Maria Weyhe skoraði tvær ferðir afturat, og eisini skoraði Hjørdis Viðstein eitt mál.
Emma Hansdóttir, sum byrjaði málskjótingina, setti eisini eitt ordans punktum, tá hon skeyt tey trý seinastu málini í dystinum, og hon bleiv eisini kosin dagsins spælari eftir dystin.
B68-B36 1-8 (1-2)
0-1: Emma Hansdóttir, 2.
1-1: Rebekka Olsen, 4.
1-2: Maria Weyhe, 10.
1-3: Maria Weyhe, 21.
1-4: Hjørdis Viðstein, 26.
1-5: Maria Weyhe, 30.
1-6: Emma Hansdóttir, 33.
1-7: Emma Hansdóttir, 36.
1-8: Emma Hansdóttir, 37.
B36: Ingun Kristina Persson, Sólbjørt Høj, Lý Askham, Emma Hansdóttir, Beinta Rúnadóttir, Marjun Danielsen, Maria Weyhe, Hjørdis Viðstein, Mia Horn, Halldis Johansen, Eydna Hansen.
Venjari: Rakul Johannesen