Stórt HB vónbrot á Balkan

HB varð roknað at vera favorittur, men tað er liðið úr Andorra, sum fríggjakvøldið fer at spæla finalu

Fyri føroyskan fótbólt og serliga fyri HB var talan um øgiligt vónbrot, tá ið greipuvinnararnir í HB í kvøld spældu hálvfinalu í innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini.

 

HB átti heimavøll í Albania ímóti Inter Escaldes úr Andorra. HB var roknað at vera ikki so lítil favorittur, men tað var Inter Escaldes Andorra, sum vann 1-0 og harvið heldur fram í kappingini, sum endar fríggjakvøldið. Tá verður finala um at halda fram í meistarakappingini.

 

Í HB høvdu tey vónað, at liðið fór at spæla finalu fríggjakvøldið. Soleiðis verður tað ikki. Nú rigga tey í HB til at fara til hús. Týskvøldið verður síðsti dysturin undan stutta summarsteðginum – á útivølli ímóti B68 – og so fer HB eftir summarsteðgin at taka lut í Conference League.

 

Í nógva hitanum á Balkan í kvøld var talan um ikki væl spældan fótbóltsdyst. Ofta varð tað sparkað meiri, enn tað varð spælt, og tá ið liðið úr Andorra eftir horna úr høgru í 61. minutti legði seg á odda, snúði tað seg hjá teimum fyrst og fremst um at geva sær góðar stundir og halda tørn um leiðsluna.

 

Tølini siga, at HB hevði væl fleiri royndir á og framvið málinum hjá mótstøðuliðnum. Men tað var ongantíð friður og hugflog yvir samanspælinum, og hóast Hilmar Leon Jakobsen kastaði innkastini heilt langt inn í málteigin, so kendist málverjin og verjan støðugt at hava tak á støðuni.

 

Umframt at vera stórt vónbrot fyri HB, sum av álvara ætlaði at gera um seg í hesi kappingini í ár, so er hetta stórt vónbrot fyri føroyskan fótbólt. Sigrar og stig eru avgerandi fyri, hvussu nógv føroysk lið eiga rætt at taka lut í europeisku kappingunum, og avrikið og úrslitið í kvøld telur avgjørt ikki rætta vegin.

 

HB skal í Conference League spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum HJK Helsinki og Buducnost úr Montenegro. Dysturin á útivølli verður 22. juli og heimadysturin verður sjálvan ólavsøkudag.

 

 

 

HB – Inter Escaldes Andorra 0-1 (0-0)

 

Innleiðandi kapping í Champions League

 

Á Niko Dovana Stadium Durres í Albania týsdagin 22. juni 2021 kl. 19.00

 

0-1: Jordi Betriu Armengol 61.

 

Dómarabólkur úr Estlandi: Joonas Jaanovits, Aron Härsing, Riivo Stolts og Karl Koppel (4. dómari)

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mads Mikkelsen (Stefan Radosavljevic, 88.), Bartal Wardum (Hanus Sørensen, 88.), Hørður Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski (Áki D. Samuelsen, 84.), Heðin Hansen, René S. Joensen – Hilmas Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen (Pætur J. Petersen, 66.)

 

Á beinkinum: Rói Mørk Hentze, Moro, Dan í Soylu, Odeh, Heri H. Mohr, Samuel Johansen Chukwudi

 

Venjari: Jonas Dal Andersen