Stórt iranskt herflotaskip er burturgingið

Sambært útlendskum miðlum var Kharg eitt av fáum skipum hjá Iran, sum kundi flyta veitingar til herflotan.

 

 

 

 

 

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at størsta herflotaskipið hjá Iran er burturgingið í Omanvíkini, eftir at eldur kom í skipið. Tað er ógreitt, hví eldurin kyknaði.

 

Í tíðindum hjá hálv almennum iranskum tíðindamiðlum verður sagt, at talan er um hernaðarliga flutningsskipið,  Kharg. Eldurin kyknaði í nátt klokkan 02.25, og tað eydnaðist ikki at sløkkja.

 

Miðlarnir skriva, at skipið lá við havnina í Jask, 1270 kilometrar í ein landsynning úr Tehran og nær Hormuz-sundinum.

 

Tíðindastovan Irna visti fyrst at siga, at bjargingin av Kharg var miseydnað - uttan at siga nakað ítøkiligt um, hvat lá í boðunum. Seinni komu so boðini um, at skipið var sokkið.

 

Í sosialum miðlum í Iran síggjast myndir av fólki, sum vera tikin av skipinum, meðan skipið brennur í bakgrundini.

 

Sambært útlendskum miðlum var Kharg eitt av fáum skipum hjá Iran, sum kundi flyta veitingar til herflotan. Skipið kundi flyta tungt góðs og hevði tyrlupallar á dekkinum.

 

Kharg er sambært útlendskum keldum bygt í Stórabretlandi og varð sjósett í 1977. Skipið var fleiri enn 200 metra langt og var uppkallað eftir oynni, Kharg, har ein stórur iranskur oljuterminalur liggur.

 

##med2##

 

Missurin av Kharg er hin seinasti í einari røð av vanlukkum í iranska herflotanum. Undir einari hernaðarvenjing í 2020 rakti ein rakett av óvart eitt herflotaskip, har 19 av manningini lótu lív og 15 fingu skaða.

 

Og í 2018 sakk eisini eitt herflotaskip hjá Iran í Kaspiska Havinum.