Stórt mannfall í Klaksvík

Enn ein berandi spælari fekk skaða í gjárkvøldið, og talan verður um rættiliga skert KÍ-lið, sum tekur móti HB um vikuskiftið

Ein av heilt stóru dystunum í føroyskum fótbólti er klassikarin millum KÍ og HB. 

 

Sunnudagin verður enn eitt umfar í hesum, tá HB skal á vitjan í Klaksvík. Og tað verður eftir øllum at døma eitt skert KÍ-lið, sum tekur ímóti.

 

 

Seinasta sunnudag fekk Tórður Justesen reytt kort, og hann er tí ikki tøkur. Atli Danielsen er uttanlands í útbúgvingarørindum, og Hjalgrím Elttør er rættiliga ivasamur og hevur ikki vant í vikuni.

 

Og í gjárkvøldið gjørdi enn ein skaði um seg, tá Jonas Flindt Rasmussen mátti gevast undir venjingini við nøkrum, sum líktist einum vøddaskaða í legginum.

 

- Sjálvandi er tað keðiligt at missa týðandi spælarar, men soleiðis er treytirnar viðhvørt í fótbólti, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.

 

- Tað góða við hesum er tó, at tað gevur øðrum spælarum møguleika at vísa sínar dygdir, sigur Eyðun Klakstein, sum ikki ivast í, at talan verður um eitt væl tendrað KÍ-lið, sum fer á vøllin til stóra klassikaran.