Stórt politiáták í Havn í nátt

Nógv løgreglufólk eru við eini hús í J. C. Svabosgøtu í Havn. Gøtan er stongd, men hvat er vási vil løgreglan einki siga um.

Eitt stórt politátak hevur verið í Havn í nátt. Men hvat er á vási vil løgreglan einki siga um.

 

Løgreglufólkini í á staðum vísa til vaktleiðaran á politistøðini. Men har var svarið, at tey als ikki hava stundir at tosa við fjølmiðlar nú.

 

Men greitt er, at ein persónur er fluttur av staðnum við eini hús í J. C. Svabosgøtu í Havn. Løgreglufólk við plasthylki um føturnar lótu ein persón í hvíta málaradrakt uttan fyri ein bústað í J. C. Svabosgøtu, júst sum man sær í filmum, tá spor skulu varðveitast. Persónurin var settur í ein løgreglubil, sum koyrdi av staðnum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##