Stórt potentiali í grønmetisvelting

- Føroyingar velta umleið 20% av teimum eplum, vit eta, og aðrar føroyskar grønmetisvørur eru at kalla ongar, sigur Katrin Petersen.

Tað var Katrin Petersen, umboðandi Vakstrarætlanina fyri Sandoynna, sum beyð vælkomin á fundinum um grønmetisvelting á Hotel Skálavík í kvøld, og tað var eisini Katrin, sum hevði framløguna á rímiliga vælmøtta fundinum.

 

Hon segði, at talan er um tvær størri verkætlanir, sum Vakstrarætlanin arbeiðir við í Sandoynni í ár. Hesar snúgva seg um grønmeti og ferðafólk, og í kvøld var tað grønmetisvelting, sum var ovast á skránni.

 

Sum skiltist á Katrini, hava royndir í Hetlandi við grønmetisvelting eydnast væl, og tí er ætlanin hjá Vakstrarætlanini at gera ein túr til Hetlands í summar at vitja garðin og síggja, hvussu tey gera í Hetlandi fyri at fáa ymiskt grønmeti at veksa. 

 

- Spyrt tú føroyskar bóndur, hvussu útlitini munnu vera fyri ymiskum vøkstri, siga teir oftast, at alt veldst um, hvussu veðurlíkindini hátta sær, og hvussu grøðin hepnast. Tað er trupult at siga frammanundan, hvussu grøðin verður - eisini við eitt nú eplum og rótum, sum vit velta her heima.

 

Katrin Petersen segði, at Vakstrarætlanin hevur sett sær fyri at finna út av, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Føroyar hava ein stóran og ómettaðan marknað fyri føroyskum grønmeti, og taka vit eplini, sum vit eru frægast til at velta, dekka føroysku eplini helst bara eini 20% av føroyska marknaðinum.

 

- Tølini fyri sølu av seteplum benda á, at føroyingar velta umleið 20% av øllum teimum eplum, sum vit eta um árið. Hóast føroysku eplini gjarna vera seld væl dýrari enn tey útlendsku, er góður marknaður fyri teimum. Grønmetisvelting í Føroyum annars er næstan 0 (null), so her er eitt stórt potentiali, sum at kalla liggur óbrúkt.

 

Katrin segði, at neyðugt verður at branda føroysku framleiðsluna, tá vit koma har til, at vit hava eina framleiðslu av grønmeti. Neyðugt verður eisini at samstarva um royndir, marknaðarføring og sølu, so vit kunnu fáa sum frægast burtur úr teimum møguleikum, ið eru.

 

- Neyðugt verður við samstarvi, har vitanin, sum fæst til høldar, verður deild. Vit mugu samstarva um besta fræið, og hvussu vit verja okkum best móti vindi. Neyðugt verður eisini við samstarvi millum tey, sum selja føroysku grønmetisframleiðsluna.

 

Katrin Petersen segði, at Vinnuframi hevur stuðlað grønmetisverkætlanini fíggjarliga, eins og Búnaðarstovan hevur sagt seg sinnaða at luttaka og at lyfta undir, soleiðis at neyðugu royndirnar kunnu gerast.

 

- Neyðugt verður eisini við samstarvi við okkara matstovuvinnu, og her vita vit frá nógvum kokkum, at teir gjarna vilja keypa føroyskar grønmetisvørur, legði hon aftrat.