Stórt sjálvsálit í Sarpugerði

Setningurin hjá FC Suðuroy er at renna undan botninum og AB og EB/Streymi

Hjá Sigfríði Clementsen og Víkingi hevur gongdin verið tann sama sum undanfarnu árini. Eftir laka byrjan hava teir ljósabláu strítt seg í steypafinaluna, og nú eru teir á triðja plássi í landskappingini.

Næstsíðsta leygarkvøld vóru tríggir teirra – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar - við til at vinna 2-1 á Grikkalandi. Nú er tað gerandisdagur aftur í Sarpugerði, har teir í vikuni hava fyrireikað seg til setningin á Vágseiði. Tá ið FC Suðuroy skírisdag var í Gøtu, var úrslitið 4-0, og Finnur Justinussen skoraði øll málini. Hann hevur samantalt skorað ellivu ferðir, men higartil í ár er tað bara ímóti FC Suðuroy, at hann í einum og sama dysti hevur skorað fleiri enn eitt mál.

Í dag eru víkingarnir í Vági, men Súni Olsen og Gert Hansen eru ikki í ferðalagnum. Teir eru framvegis skaddir.

 

Jón Pauli Olsen og hansara menn í FC Suðuroy vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið teir á heimavølli mistu sigurin ímóti AB fyri tveimum árum síðani. Hetta var bara eitt av fleiri dømum, tá ið tað í síðstu løtu er kiksað. Hesaferð er avbjóðingin so mikið stór, at heimaliðið heilt víst fer at kenna javnleik sum at hava vunnið eitt stig, meðan javnleikurin ímóti AB gav kensluna av at hava tapt tvey stig.

Búi Egilsson er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Jón Krosslá Poulsen verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í knænum.