info
Ongi úrslit

Stórt skrædl á Svangaskarði

Stjørnuspælararnir hjá Víkingi vóru fleirfaldir málskjúttar, tá ið B68 av álvara varð eyðmýkt á heimavølli

Jóannes Hansen
14. mai 2022 kl. 19:04

Víkingur eigur næstbesta liðið í Føroyum. Soleiðis var tað leingi í fjør, áðrenn HB so at siga á málstrikuni fór avstað við silvurkrónunum. Og soleiðis er tað í ár. Støðutalvan vísir tað, og á Svangaskarði var í talan um sanna maktdemonstratión, tá ið Víkingur vann 6-0 ímóti B68.

Sølvi Vatnhamar legði fyri við at skora tvey mál eftir innlegg úr høgru, og yngri Vatnhamar beiggin Gunnar stútaði til 3-0 eftir hornaspark. Soleiðis var støðan tá ið eitt stórt korter var farið, og áðrenn hálvur tími var farin, var støðan 4-0. Málskjútti í fjórða førinum var Olaf Bárðarson, sum fyri lítlari viku síðani var borin av vøllinum í Sarpugerði, og sum tey í Víkingi fyrr í vikuni vistu at siga um, at hann ikki fór at verða førur fyri at spæla í dag.

Olaf Bárðarson var so mikið væl fyri, at hann eftir stórt korter í seinna hálvleiki økti um munin til 5-0, og Sølvi Vatnhamar trumfaði, tá ið hann tveir minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til mál. At Sølvi Vatnhamar í dag var trífaldur málskjútti ber við sær, at hann er toppskjútti í bestu deildini við 11 málum fyri 10 dystir.

Fyri B68 var talan um stóra eyðmýking. Verjuspælið var ógvuliga lítið sannførandi, og tað var eyðsýnt, at tað í framrættaða spælinum bilaði nógv, og at spælararnir vóru meint raktir hvat sjálvsálitinum viðvíkur.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

22 tímar síðan

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

1 tími síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

1 tími síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

2 tímar síðan
Hondbóltur

Natasja Hammer spældi dyst 15 dagar eftir barnsburð

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin vann føroyingauppgerðina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann stórsigur á EB

3 tímar síðan
Minningarorð

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

4 tímar síðan